Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað ber ikki til at hugsa framtíðar loysnir á eldraøkinum uttan tøkni

2021-04-16 14:23

Viðmerking til tíðindabrot um eldraøkið

Tað ber ikki til at hugsa framtíðar loysnir á eldraøkinum uttan tøkni.

Hetta sigur stjórin í føroysku fyritøkuni Nemlia í stuttari viðmerking til innslagið í Degi & Viku týskvøldið um avbjóðingarnar, sum Almannaverkið stendur við. Almannaøkið er undir stórum trýsti, og skulu vit varðveita ta vælferð og fáa sum mest fyri hvørja almenna krónu, má alt økið endavendast og hugsast av nýggjum. Hetta eru avbjóðingar, sum tey í fyritøkuni Nemlia longu arbeiða við at loysa tøkniliga.

Í Degi & Viku týskvøldið gjørdi sjónvarpið samrøður við stjóran í Almannaverkinum, Edvard Heen, stjórnmálafrøðingin, Súsonnu Olsen, og formannin í Búskaparráðnum, Hera á Rógvu um støðuna á almannaøkinum í Føroyum. Øll vóru tey samd um, at verða heilt ítøkilig stig ikki tikin til at tillaga og hugsa almannaøkið heilt av nýggjum, fer trýstið á økið og trotið á arbeiðsmegi bara at vaksa okkum upp um høvdið komandi árini. Bara um tíggju ár verður tørvur á 700 starvsfólkum afturat innan almannaøkið. Tað eru snøgt sagt ikki hendur til hesar uppgávur, segði formaðurin í Búskaparráðnum millum annað.

Tað var av júst hesi somu orsøk, at fólkini handan fyritøkuna Nemlia fóru til verka fyri nøkrum árum síðani. Tey sóu tørvin og avbjóðingarnar fyri framman her í Føroyum og úti í heimi. Felagið hevur ment tøkniligar loysnir, sum tryggja eldri borgarum og teirra avvarðandi betri lívsgóðsku og starvsfólkum innan økið betri arbeiðsumhvørvi.

“Hetta er ein trupulleiki, sum vit í fyritøkuni Nemlia arbeiða við hvønn dag. Vit arbeiða hart við tøkniligum loysnum, sum betra lívsgóðskuna hjá okkara eldru borgarum. Bæði teimum, ið búgva heima og teimum á ellisheimum. Harafturat geva okkara loysnir starvsfólkunum innan heilsufakliga og sosiala økið eitt betri og meira nýmótans arbeiðsumhvørvi. Við okkara tøkni skapa vit fleiri loysnir, sum gera lívið tryggari og lættari hjá okkara eldru, teirra avvarðandi og starvsfólkunum kring tey, sigur Peer Bentzen, stjóri í Nemlia”.

Nemlia er ein fyritøka, ið veitir tænastur til fólk við ellisbrekum. Fyritøkan hevur ment og veitir nútímans tøkni, sum virkar sum bindilið millum tað einstaka menniskja, tey avvarðandi, við heimarøktina og/ella við starvsfólk á røktarheimum.

Longu nú verður útgerð og skipanir frá Nemlia nýtt í eldrasambýlum og ellisheimum kring landið, og hon gevur starvsfólkum sjálvvirkandi boð, tá okkurt er áfatt. Og úrslitini higartil eru góð.

“Vi loysnum frá Nemlia hevur tað víst seg, at arbeiðið á ellisheiminum verður effektivari, soleiðis at heilsustarvsfólkini kunnu leggja størri dent á tað, ið hevur størst týdning. Tey fáa meiri tíð, og fáa harvið brúkt tíðina betur saman við teimum eldru, soleiðis at bæði røktin sjálv og eisini arbeiðsumhvørvið ávirkast á ein jaligan hátt. Arbeiðsbyrðan gerst lættari fyri allar partar, og orkan kann tá nýtast til aðrar uppgávur. Okkara afturmeldingar vísa, at starvsfólkini við fáum loysnum hava fingið 20 prosent meiri tíð við at brúka okkara loysnir, sigur stjórin í Nemlia”.

Sambært Peer Bentzen stendur alt eldraøkið í heiminum fyri einari tøkniligari kollvelting. Tí verður hetta við tíðini at rokna sum eitt hátøkniligt øki, har einstaka menniskja verður sett í miðdepilin, meðan tøknin loysir alt annað rundanum. Tøknin syrgir soleiðis fyri, at tíðin kann brúkast til røkt og nærveru og tað, sum hevur størst týdning fyri, at vit trívast sum menniskju.

Nemlia veitir tøkniligar loysnir til stovnar, men privatfólk kunnu nú eisini ogna sær útgerð frá Nemlia umvegis Føroya Tele, og um stutta tíð fer felagið at veita útgerð og tænastur uttanlands. Tøknin hjá Nemlia lýkur allar treytir innan persónsdata og GDPR.