Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tá kvinnur bluffa

2022-04-29 18:27

Vil lýsa nøkur viðurskifti og spyrja hvussu samfelagið og kvinnan hevur tað í hesi tilgongdini, at fáa fleiri kvinnur í hægri størv.

--

Í løtuni tykist nógv snúgva seg um útbúgvingar og netverk, og í almenna høpinum eru kvinnur skrásettar útbúgvingarliga við atliti til hægri størv og uppgávur.

Trupulleikin er bara, at útbúgvingin ikki borgar fyri vísdómi ella kvinnuvísdómi.

Visdom betyder, at man kan omsætte viden med indsigt, forståelse og dømmekraft. Man er god til at se ting i et større perspektiv og har en forståelse for livets forskellige facetter, som gør man kan se tingene i en større sammenhæng.’

Sjálvsagt kunnu vit spyrja um ikki hetta eisini er galdandi fyri menn, at útbúgving og vísdómur eiga at hanga saman, og sjálvsagt er svarið játtandi.

Men av tí at tilfeingið av monnum, sum bjóða seg fram, reint søguliga, er størri – kann roknast við at vísdómur og útbúgving, í størri mun, kunnu gera seg galdandi, enn tá kvinnur skulu inn, tí tær eru kvinnur við útbúgving og nógv færri eru at velja ímillum, í og við at hugt verður eftir skipaðum útbúgvingarlista ella forvitnast í skipaðum hópi.

Tí hetta við hópi og at síggja hægri uppgávur sum eitt ‘ta selv bord’, gera kvinnurnar nú sær dælt av við at stovna netverk, bólka seg, seta upp atkomutreytir og fjálga um sítt tilverugrundarlag sum bólkur, egnaðar til hægri størv.

Fyri tað fyrsta umboða kvinnurnar ikki vísdóm, men útbúgving og fyri tað næsta umboða tær ikki kvinnur sum heild, men seg sjálvar og seg sjálvan.

Tað verður samrátt og peika á hvørja aðra sínámillum – og óivað eitt sindur upp á skift, so at grundarlagið undir samstarvinum og felagsskapinum hevur sítt tilverugrundarlag.

Spurningurin kann verða um kvinnurnar brúka meg og teg og aðrar kvinnur sum skálkaskjól fyri sær sjálvum og at hetta arbeiði millum kvinnur verður gjørt til kvinnusak, kvinnustríð ella hvat vit skulu kalla hetta.

Sakin er bara, at hetta rákið er ódámligt, tænir ikki samfelagnum og er beinleiðis í andsøgn við kvinnustríðið, kvinnuleiklutir og ta framgongd, sum eitt samfelag skal fáa av at hava eina sunna samanrenning millum kvinnu- og mansvísdóm. Í mongum føri millum tað smáa og tað stóra, bæði púra treytað av hvørjum øðrum, til gagns hjá kvinnu og mann, gentu og drongi ella samfelagsfamilju og familju, sum heild.

Bergun Kass