Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tá kloydar tungur tala um pengar

2019-05-14 12:12

TÁ KLOYVDAR TUNGUR TALA UM PENGAR

Nokk so spentur upp á Royal Run í Klaksvík um mánaðarskiftið. Og serliga spentur at vita, um beinini hjá borgarstjóranum í Klaksvík og formanninum í Sjalvstýri fara at renna lið um lið og somu leið.

Fyri stuttari tíð síðani jublaðu borgarstjórin Skorheim og samríkjamaðurin Skaale um, at teir høvdu fingið fingrarnar niður í danska statskassan og hálað fleiri milliónir heim til mentanarhús í Klaksvík - og soleiðis hækkað blokkstuðulin í 2019 við 1,5 prosenti.

Men í orðaskiftinum í sjónvarpinum í gjár segði formaðurin í Sjálvstýrinum – sami Skorheim – at hann skoytti ikki um eina krónu úr danska statskassanum!

Líkamikið hvat tað vóru fyri pengar.

Tá journalisturin – nokk so spakliga – spurdi um hetta við pengunum til mentanarhúsið, svaraði Skorheim í Sjavstýrisflokkinum, at hann kundi ikki standa til svars fyri, hvat Skorheim í Klaksvík gjørdi.

Tað vóru tvey ymisk størv.

Men so legði hann aftrat, at vóru hetta gávupengar úr ríkiskassanum, sum Skaale gjørdi sær dælt av í donskum politikki, so smakkaðu teir honum illa.

Tað er fallið Skaale fyri bróstið, og tað skilji eg væl, tí hann hevur gjørt nógv burturúr at forklára, hvussu hann við sveittabroti og snildi hevur høgt og kílað fyri at grava pengarnar upp úr kistubotninum hjá Løkke.

Men eg havi ikki varhugan av, at Skaale skuldi bróta nakra hurð fyri at sleppa framat kassanum.

STYRKJA BINDING VIÐ TAKKSEMISSKULD

Løkke veit væl, at Føroyar standa uppi av sær sjálvum – eisini um ríkisveitingin verður niðurlagað eftir fýra árum og heimastýrislógin send á museum.

Men hann vil fegin tryggja Danmark framhaldandi evsta vald í Føroyum.

Tí roynir hann við øllum møguligum snildum at binda saman aftur, har tað er loysnað millum londini - eitt nú við at deila pengar út til ymisk prosjekt í Føroyum og Grønlandi.

Allarhelst hava ráðgevarnir hjá Løkke hugt í tann gamla manualin hjá Niels Arup, sum í 1946 gav donsku stjórnini tey ráðini, at danir skuldu senda kongafamiljuna oftari til Føroyar og geva føroyingum pengar og bringuprýði at pynta seg við.

Tí tað fór at styrkja bindingina til Danmark og seta føroyingar í takksemisskuld.

Sum kortini eru blandað nú, fer borgarstjórin í Klaksvík at pynta seg við prinsavitjan til Royal Run og fjálga um kommunukassan við donskum avlátspengum - um somu tíð, sum formaðurin í Sjálvstýri agiterar harðliga ímóti hvørjari krónu frá Løkke.

So er spurningurin, hvør fær atkvøðurnar í Klaksvík aftur fyri donsku pengarnar. Skaale, sum hjálpti borgarstjóranum, ella formaðurin í Sjálvstýri, sum hevði hug at leggja fólkatingsmanninum undir at misbrúka álitið hjá borgarstjóranum til egnan fyrimun.

Livst so spyrst.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi