Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tá advokatarnir kolldømdu føroyskt sjálvræði

2019-06-04 14:09

Tá Føroya løgmaður legði uppskotið um føroyska stjórnarskipan fram til almenna hoyring í august 2017, nýttu mong høvið til at siga sína hugsan um uppskotið.

Tveir advokatar vóru serliga atfinningarsamir, annar teirra Christian Andreasen, nú valevni hjá Fólkaflokkinum, ið sigur seg ætla at stovna ein suverenan stat.

Men hetta var alt annað enn tónin tá.

Advokatarnir undraðust á, at danska stjórnin ikki var sloppin at siga sína hugsan, og teir vóru paff av, at stjórnarskipanin yvirhøvur varð løgd fram í Føroyum.

”Uppskotið er eftir okkara metan í stríð við grundlógina, stýrisskipanarlógina, tingskipanina og vanligan lóggávusið,” søgdu teir rætt og slætt.

Teir hildu tað vera ein óskikk, at nakrir føroyskir løgfrøðingar vóru farnir at síggja tað sum sína høvuðsuppgávu at burturforklára, hvønn stjórnarrættarligan status Føroyar hava.

Haraftrat slóu teir fast, at danska grundlógin er galdandi fyri Føroyar – eisini fyri yvirtikin málsøki.

Um hetta søgdu teir:

”Tað tykist, sum tað eru nakrir løgfrøðingar í Føroyum, sum hava eina fatan av, at danska grundlógin bert er galdandi fyri felagsmál. Hetta eru sjálvgjørdar reglur, sum onki hald hava í veruleikanum.”

Við hesi tulking slóu teir fast, at allar yvirtøkur eftir heimastýrislógini hava verið til fánýtis síðan 1948, og at tað stendur danska statinum frítt at taka alt føroyskt vald aftur í einum høggi.

Eftir míni bestu sannføring stovna valevni, sum føra tílíkan penn, ongan føroyskan stat.

Í hesi stúran býr ein djúp statsrættarlig konservatisma, sum ongan veg flytur okkum.

Skulu vit halda fram at menna okkum, er neyðugt, at frælsar røddir tala Føroya søk á fólkatingi og úti í heimi.

Tí tað gera statsrættartrúgvar røddir á linju við Lars Løkke og Piu Kjærsgaard ikki. Tær draga bara fullveldiskortið fram í sambandi við val fjórða hvørt ár – og gloyma alt um tað aftaná.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi