Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Svimjihylur ella heilsu-høll?

2012-10-18 01:45

Fyri mongum árum síðan gjørdi Ove Joensen bragd og lovaði hareftir svimjihyl. Nógv ár eru farin, og tørvurin er eisini broyttur hesi árini.

Bragd Ova stendur eins sterkt, tó at svimjihøllin verður broytt til heldur at verða heilsuhøll. Talan er bert um at laga okkum til broytingarnar.

Vit hava tíbetur betri ferðasamband millum Nólsoy og Tórshavn og harvið góðar møguleikar hjá øllum at nýta svimjihøllina í høvuðsstaðnum. Harafturat kunnu vit gleðast um, at verkætlanin við nýggju ferjuni tekur skap, soleiðis at farleiðin verður trygg og dagførd.

Við hesum í huga eiga vit at tillaga okkum og hyggja realistiskt at tí tørvi, vit hava í Nólsoy - og hvat vit kunnu byggja upp, ið onnur eisini kunnu njóta.

Eg hugsi mær, at vit broyta svimjihøllina til annað konsept, ið bæði er til breiðari nýtsluskara, bíligari at byggja og skjótari at fáa liðugt.

Eg hugsi mær eina heilsuhøll, ið verður knýtt at skúlanum. Harvið kunnu vit lutvíst nýta tað arbeiðið, ið longu er gjørt og vit kunnu spara pening við at samanbyggja við skúlan. Tí eiga vit at byggja skúlan út við teimum fyrireikaðu brúsu- og skiftingarrúmunum og lata bæði skúla, dagstovn, Tilhald, bygdarfólk og gestir nýta høll og amboð í felag.

Vit kunnu heilt víst fáa eina heilsuhøll, við hitapotti, hitarúmi, góðum innanduramøguleikum og lista-framsýningarhøli, væl bíligari enn at byggja og reka svimjihyl og vátrúm.

Ganga vit hesa leið,  hevur Nólsoy enn eitt tilboð at bjóða vitjandi. Vit kunnu samskipa við Kunningarstovu og kaffistovu og bjóða út spennandi tilboð.

Eg ynski at arbeiða við realistiskum og dagførdum málum.

Jákup av Skarði
Býraðsvalevnið fyri Tjóðveldi