Svimjihøll við langhyli

2012-10-16 17:42

 Nýggja svimjihøllin við langhyli í Tórshavnar kommunu er ávegis.  5 milliónir krónur eru settar av á fíggjarætlanini fyri 2012 og bygginevnd er sett, at gera byggiskrá og byggiætlan.  Ætlandi skal nýggja høllin byggjast vestanfyri svimjihøllina í Gundadali.

Í ár verða 30 ár síðani Svimjihøllin í Gundadali lat upp. Hesi 30 árini hevur svimjingin ment seg nógv í Tórshavnar kommunu. Svimjihøllin er opin fyri almenninginum einar 9 tímar um dagin. Barnagarðar, frítíðarskúlin og skúlar brúka høllina til undirvísing og spæl í dagtímunum. Havnar Svimjifelag,  ÍSB og Froskmannafelagið brúka svimjihøllina til venjing og undirvísing seinnapartar og langt út á kvøldarnar. Umframt øll hesi tilboð hýsir høllin familjutiltøkum og svimjikappingum nakrar ferðir um árið. Tað sigur seg sjálvt, at tað oftani er trongligt í svimjihøllini.
Langhylurin vestanfyri verandi svimjihøll gevur okkum nógv betur umstøður at menna svimjingina í kommununi. Eg síggi fyri mær, at verandi svimjihøll er opin fyri almenninginum allan dagin, samstundis sum skúlar, barnagarðar og svimjivenjing fer fram. Tí tá verður møguligt at brúka fleiri hyljar í senn til ymisk endamál.
Byggingin av langhylinum skal órógva verandi svimjihøll sum minst. Men tá vit nú fara undir broytingar, eiga vit at hyggja at verandi tilboðum. Vit eiga at gera svimjihøllina til eitt enn betri vælverustað, har sólirnar verða býttar um við infrareyð sauna og lampur við dagsljósi. Vit eiga somuleiðis at skapa rúm fyri einum heitari hyli til teirra, sum av heilsuávum hava tørv á at svimja í heitari vatnið, eins og babysvimjin krevur heitari vatn.
Arbeiðið til at útbyggja svimjitilboðini í Tórshavnar kommunu er byrjað. Nú er eftir at fullføra arbeiðið. Vónandi sleppa vit at halda fram við hesum arbeiði.

Elin Lindenskov býráðslimur