Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Súlan og fuglakrím!

2022-07-25 06:40
Seinasta mánaðan eru nógvar deyðar súlur sæddar og tiknar upp um alt landið, eisini á sandinum í Sørvági eru fleiri Súlur tiknar upp og í dag sat hendan Súlan við vegjaðaran úti við Bíggjarvegin.

Men hvat fer Havstovan at viðmæla ella gera nú støðan er so álvarsom fyri Súluna?

Súlan eigur sum kunnugt bara úti í Mykinesi og er stovnurin ikki serliga stórur, hettar sjálvt um hann er vaksin eitt sindur, men nú er støðan álvarslig, ikki bert fyri Súluna, men eisini Skúgvin og Bakin.

Sum er kanst tú skjóta hesar fuglar alt árið, eisini í meðan fuglarnir hava pisur!

Fer Havstovan at viðmæla at avmarkaða veiðu av hesum fuglum ella at friða hesar fuglar, ella onkran av teimum alt ári ella tá ið teir hava pisur?

Eyðsæð er at okkurt má gerast fyri at stuðla uppundur ella at verja hesar fuglar.

Vinarligast
Rodmund á Kelduni