Styttri arbeiðsvika

2019-07-16 20:00

Arbeiðsmarknaðarpolitikkur skal veita arbeiðstakarunum trygd, og samstundis skapa smidligar og tíðarhóskandi skipanir á arbeiðsmarknaðinum. Ein liður í at skapa smidligar og tíðarhóskandi skipanir er at stytta arbeiðsvikuna, so hon hóskar betur til tað samfelagið og familjumynstrið, vit hava í dag.

Í grannalondum okkara er arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar, og royndir við góðum úrslitum eru gjørdar við enn styttri arbeiðsviku. Javnaðarflokkurin tekur undir við at stytta arbeiðsvikuna.

Starvsmannafelagið hevur í sambandi við løgtingsvalið arbeitt við einari verkætlan við 6 kjarnumálum, ið varpa ljós á løntakaran og arbeiðsmarknaðin. Kjarnumál 1 er við lóg at fáa stytt arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Hetta skal gerast uttan at skerja lønina. 

Í videobrotinum niðanfyri lýsir Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, nakrar av positivu avleiðingunum av at stytta arbeiðsvikuna. Dygdin í arbeiðinum økist, í flestum førum hækkar effektiviteturin, starvsfólk hava minni fráveru m.a. vegna strongd og aðra sjúku, og nøgdsemið økist sum heild. 

 

Hetta snýr seg eisini um javnstøðu

Í videobrotinum verður ikki komið inn á týdningin, tað hevur fyri javnstøðu at stytta arbeiðsvikuna.

Ein týðandi liður í javnstøðupolitikkinum hjá Javnaðarflokkinum er at skapa “javnvág millum familju- og arbeiðslív, so bæði foreldrini og/ella stakir uppihaldarar hava møguleika at útinna leiklut sín í familjulívinum og á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti, samstundis sum børnini fáa ein góðan uppvøkstur.” 

Við at stytta arbeiðsvikuna verður javnvágin millum frítíð og arbeiðslív betri, og harvið kunnu familjusambondini styrkna. At stytta arbeiðsvikuna er eitt týðandi stig móti størri javnstøðu millum kynini bæði, við tað, at tað gerst lættari at arbeiða fulla tíð á fleiri fakøkjum, har tað serliga starvast konufólk m.a. innan dagstovnaøkið. Tey, ið arbeiða niðursetta tíð, nærkast eisini fullari løn og eftirløn.


https://youtu.be/5TvZOwMPnhs 

#jatiljavnaðarflokkin #styttriarbeiðsvika #javnstøða