Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Strongd starvsfólk á dagstovni, flokslærarar, ið rópa varskó og enn longri bíðikø á psykiatriska deplinum.

2021-05-10 12:19

Vit hoyra aftur og aftur í kjaki, at ov sein útgreining av ADHD er ein av orsøkunum til strongd hjá starvsfólki á dagstovnum og skúlum.

Síðan 2019 hava vit í ADHDfelagnum gjørt vart við, at sera nógv eru ódiagnostiserað við ADHD/ADD í Føroyum. Hagfrøðiliga eiga nógv fleiri fólk at hava diagnosuna. Tí kemur stóra trýstið á psykiatriina ikki ófráboðað.

Tað hevði borið til at byrgt upp fyri íkomna fløskuhálsin, sum hevur fingið bíðikøina at vaksa frá 3 mánaðar upp í 14 mánaðar uppá stutta tíð.

Her má setast meira inn beinanvegin og tryggja tíðliga útgreining, tí tá ber til at veita bestu hjálpina.

Men útgreiningin er bert byrjanin. Stovnar og skúlar muga latast nógv betri í! Tí tað er har, børnini eru.

Vit hava eisini víst á, at møguleikarnir hjá námsfrøðingum og lærarum at førleikamenna seg innan ADHD eru ov vánaligir. Tað vit vita um, er eingin, ið hevur serliga ADHD-ráðgevaraútbúgving, hvørki á dagstovni ella í skúlunum.
Til samanberingar setti landið á stovn serliga eftirútbúgving til autismuráðgevarar og orðblindnalærarar. Vit hava stórt ynski um, at ein tílík eftirútbúgving verður sett á stovn til ADHD sum skjótast.

Ikki at kunna lofta og hjálpa børnunum við serligum tørvi siga lærarar og námsfrøðingar verða ein av orsøkunum til strongd.
Hettar er sera dapurt at hoyra, tí við einfalda ADHD amboðskassanum ber til at fáa flestu børn við ADHD at trívast og mennast.

- Førleikamenning er lykilin, og her kunna vit hjálpa!

Tilboðini og átøkini til diagnostiserað við ADHD taka tíð at byggja upp. Tíbetur er stórur vilji at hjálpa og seta inn hjá teimum flestu, tí viðurkenningin og upplýsingin er so nógv betri í dag enn fyrr.

ADHD felagið hevur atgongd til vitan og tilfar gjøgnum norðurlendsku ADHD feløgini og ADHD Europe, og tí hava vit kunnað skipað fyri bæði sjálvhjálparbólkum, ráðstevnu og fara í næstum at útgeva hondbók til venjarar og leiðarar innan frítíðarítriv.

Her samstarva vit bæði við ÍSF og FUR. Tann 1.juni byrjar ein nýggj ADHD-granskingarverkætlan og ráðgeving, sum er stuðlað m.a. av Betri og MEGD.

ADHDfelagið kundi skipað fyri førleikamenning av bæði námsfrøðingum, lærarum, sosialráðgevum, ja, øllum fakbólkum.

Vit eru í góðum samstarvi við m.a. ráðini, kommunur, stovnar og feløg, og tað ber til at lyfta økið, gera vit tað í felag.

Tó ber einki til uttan fíggjarligan stuðul, limir og vælvild.

Nevndin
ADHD felagið