Stríðið fyri sambýli ber frukt

2012-11-08 14:44

Sambýlið til sinnisveik, sum skal byggjast Eystan Heyg í Tórshavn, er úrslit av samstarvi millum landið og Tórshavnar Kommunu. Tað er at fegnast um, at vit megnaðu at lyfta í felag til frama fyri tey sinnisveiku


Sambýlið til sinniveik, sum skal byggjast Eystan Heyg, í Tórshavn, er úrslit av fruktagóðum samstarvi millum landsmyndugleikarnar og Tórshavnar Kommunu. Málið fór í fyrstu atløgu av kós, og sambýlið hekk í leysum lofti í eina tíð, áðrenn landsstýrið valdi at leggja sambýlið Eystan Heyg. Økið var lagt av til slík endamál fyri nógvum árum síðani. 


Talan var ikki um eina kommunala uppgávu, men í Tórshavnar Býráði vildu vit heldur enn fegin stuðla upp undir, at tey, sum skulu búleikast í sambýlinum, fáa møguleikan at búgva nærhendis Psykiatriska Deplinum. Tað lættir um gerandisdagin hjá teimum sinnisveiku, sum framhaldandi kunnu hava ómakaleyst og tætt samband við Psykiatriska Depilin, um tørvur verður á tí.  


Talan er um fyrsta sambýli av sínum slag í Føroyum. Har verða 16 íbúðir og felagsøki, og undir hesum umstøðum kunnu búfólkini bæði hava sítt egna og felagsskap við hini í sambýlinum. Harumframt eigur býráðið at gera alt fyri, at eitt ríkt umhvørvi verður kring sambýlið, so trivnaðurin verður í hásæti.


Eg fegnist um, at hetta álvarsmál nú er loyst, so tey sinnisveiku kunnu gleða seg til at síggja eitt ítøkiligt úrslit, sum tey hava uppiborið.    


Vinalig heilsan Bogi Andreasen, varaborgarstjóri