Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Strammi slipsaknúturin hjá Fólkaflokkinum

2019-08-13 20:19

Fólkaflokkurin hevur seinastu vikurnar fingið sítt valstríð at snúgva seg um Javnaðarflokkin. Ikki tí, tað plagar at vera partur av teirra valætlan at leggja seg upp at Javnaðarflokkinum í flestu málum – fyri soleiðis at appellera til vanliga løntakaran og viðurskifti hansara. Men flokkurin er eisini ræðuliga illur inn á Javnaðarflokkin.

Summi teirra sova illa, tí tey ikki sleppa í samgongu við Javnaðarflokkin. Eitt umboð fór enntá so langt sum at samanbera støðuna við støðuna hjá forfylgdum fólkasløgum úr heimssøgu okkara.

Onkur annar hevur ræðuliga ilt av, at samkynd hava fingið javnrættindi. Og skrivar lesarabræv fyri og annað eftir, um at viðkomandi einki sleppur at skriva ella siga um tað. Sjálvt um tað í høvuðsheitum er tað einasta viðkomandi ger.

Samstundis er tað óvanliga kvirt í Fólkafloksleguni, um hvat flokkurin egentliga ætlar. Tøgnin er helst talandi um, at tað er trupult at semjast um eina linju hjá einum flokki, sum bæði kallar seg borgarligan og konservativan, liberalan og sosialan. OG frælsislyntan. Tí tað er soleiðis sirka alt, sum mann kann vera í politikki.

Man tað vera orsøkin til, at tað nú táttar í slipsaknútinum hjá flokkinum?

Ella er orsøkin heilt einfalt tann, at flokkurin í veruleikanum veit svarið til allar sínar spurningar?

- Tað loysir seg ikki at arbeiða, siga tey. Allíkavæl er arbeiðsloysið metlágt, og ongantíð hava so nógv arbeitt í Føroyum sum nú.

- Útreiðslugildið má halda uppat, siga tey. Men gildið er fíggjað, landið hevur havt yvirskot á hvørjum ári, og samanlagt eru 1,5 mia. kr. niðurgoldnar í skuld.

- Vinnulívið verður niðurpínt, og tað er ógjørligt at reka fyritøkur, siga tey. Allíkavæl hevur vinnan havt metstór yvirskot, og ongantíð eru so nógvar smáar fyritøkur settar á stovn sum seinastu fýra árini.

- Fólkið skal ikki tvingast við avgjøldum og skattum at leggja um til grøna orku, siga tey. Púra rætt, tí hevur samgongan latið MVG frítøkur og frádráttir fyri at seta ferð á grøna orkuskiftið.

Hvat skal mann spyrja, tá mann ikki vil kennast við svarið?


Fólkaflokkurin dugir ikki at rokna longur

Tá eg var lítil, hoyrdi eg altíð, at javnaðarfólk duga væl at brúka pengar, meðan Fólkaflokkurin dugir betri at rokna og at goyma pengar. Tey søgdu mær eisini, at einaferð fór eg at “koma til fornuft” og blíva Fólkafloksmaður.

Tað hendi ikki.

Kanska orsøkin er, at vit nú síggja, at Fólkaflokkurin kanska ikki dugir so væl at rokna hóast alt?

- Eingin við lág- ella miðalinntøku skal gjalda meira enn 30% í skatti. Tað kostar nakrar 100 mió. kr. um árið.

- Uppboðssølan skal avtakast “fyrsta dagin”, sigur Jørgen. Tað merkir áleið 180 mió. kr. minni í landskassan um árið.

- Útgjaldið úr Samhaldsfasta skal vera skattafrítt. Kostnaður umleið 200 mió. kr. árliga.

- Skrásetingargjaldið fyri akfør skal eisini takast burtur. Tað kostar áleið 180 mió. kr. um árið.

Afturat hesum koma so fleiri smá uppskot, sum skulu koma sokallaðu “avgjalds- og skattaøðini” til lívs.

Samanlagt er talan um ófíggjað uppskot, sum kosta umleið eina milliard um árið! Og ongastaðni hoyra vit, hvussu hetta skal fíggjast, ella hvussu inntøkurnar kunnu vaksa.

Avlopið á fíggjarlógini er nú umleið 400 mió. kr. Tað hevði verið burtur eftir einum ári.

Eftir fýra árum við ivasama matematiska førleikanum hjá Fólkaflokkinum verður úrslitið í MINSTA lagi hall omanfyri milliardina.

Og Jørgen plagar at gera skjótt av. Aftaná fyrsta formansumfarið í sjónvarpinum vita vit, at hann fixar tað mesta uppá 2 mánaðir. Tað trúgvi eg eisini, at hann megnar. Helst klárar hann at hiva rættindini frá teimum samkyndu, fjerna uppboðssøluna, og lata teimum ríkastu skattalætta teir fyrstu tveir mánaðirnar.

Men hvat hendir restina av skeiðnum?

Tey plaga at siga, at problemið við sosialismu er, at mann fyrr ella seinni hevur brúkt allar pengarnar hjá øðrum. Jørgen og hansara kumpanar renna seg í hendan trupulleikan longu eftir einum ári. Tí teir brúka pengarnar hjá ongum.


Tað kostar at reka eitt vælferðarsamfelag

Fólkaflokkurin hevur kroniskt onkra nervu í klemmu, sum ger, at tey halda, at tey eru tey einastu, sum gjalda nakað. At tey betala ballið fyri tey dovnu. At tey ríku verða revsað, tí tey fátøku eru ov dovin. At “ágrýtni og framburður” verður revsaður.

Men hvør verður revsaður? Tað kostar samfelagnum líka nógv at koyra ein komandi bankastjóra sum ein vanligan løntakara ígjøgnum barnagarð, fólkaskúla, miðnámsskúla, heilsurøkt og pensjón. Og allar aðrar samfelagstænastur, vit fíggja yvir felagskassan.

Faktiskt kostar tað heilt óluksáliga nógv fyri hvønn einasta ein av okkum. Men tað ber til. Og orsøkin er IKKI, at tað eru summi, sum sjálvútnevnd halda, at tey betala ballið fyri onnur. Orsøkin er snøgt sagt vælferðarstaturin, skattur og samhaldsfesti. At øll, sum kunnu, skulu arbeiða. Og at hvør einasta skattakróna tí hevur eins stórt virði. Tí tað er arbeiði hjá okkum øllum, sum ger okkum frí, og sum gevur okkum frælsi sum einstaklingar.

Nú tað táttar so grúiligt í slipsaknútin er orsøkin helst tann, at Fólkaflokkurin innast inni veit, at eingin skipan ger meira fyri einstaklingin enn vælferðarstaturin. Og at eingin flokkur hevur gjørt meira fyri vælferðarstatin enn júst Javnaðarflokkurin.

Tað veit Jørgen. Tað vita Christian, Kelduberg, Annika Olsen og hini. Tí tey gingu í okkara skúlum. Tey fingu børnini ansað á okkara stovnum. Tey tóku miðnám saman við restini av okkum. Og vit skulu nokk taka okkum av teimum, tá tey gerast gomul.

Ongastaðni er einstaklingurin fríari enn í samfeløgum, har denturin verður lagdur á at styrkja felagsskapin.

Tí frælsi er eitt innantómt, einkisigandi hugtak, vissi grannin hjá tær livir í armóð.

Tað er tað, komandi løgtingsval snýr seg um.


Jóan Pauli Dahl Jakobsen, javnaðarmaður