Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stórhøll á Gyvursnesi

2021-05-03 07:59

Flott hondbóltsavrik í hesum døgum, sum vit øll kunnu fegnast um. Sum eg havi skilt, er orsøkin koronastøðan, at vit hesaferð sluppu at hýsa undankappingardystum av hesum slagi.

Undir vanligum umstøðum, sluppu vit ikki tað, tí tá krevjast størri hallir.

Tað kom mær tí til hugs, at nú okkara høvuðsstaðarkommuna hevur brúkt so nógvar hundrað milliónir krónur at spreingja og flyta eina ófatiliga mongd av kubikkmetrum av gróti av landi og blaka teir í havið framman fyri havnini í Havn, kundi kommunan hóskandi brúkt lutfalsliga fáar milliónir krónur afturat til at byggja okkurt fornuftugt í tað stóra og skemmandi holið, sum kommunan hevur sprongt út har.

Byggið eina stórhøll í hesum øtiliga stóra arri, sum kommunan hevur skapt á Glyvursnesi, tí so verða ábøtur gjørdar á tað, sum longu er skemmað, men sum borgaranir harafturímóti kunnu fáa gleði av.

Eg loyvi mær tí at koma við uppskoti til at byggja eina stórhøll á Glyvursnesi, sum ikki einans nýtist at vera til ítrótt, men sjálvandi eisini kundi lokkað stór nøvn hendanvegin at hava konsertir, eins og hon kundi hýst øðrum stórum tiltøkum. Um hetta hugskotið ikki longu liggur á borðinum á Vaglinum, so ger vónandi onkur líknandi verkætlan tað í staðin.

Plássið har er nærum óavmarkað til slíkt virksemi, eins og parkeringsmøguleikarnir verða framúr góðir. Somuleiðis er vegasambandið gott, um bert teir smáu tríggir kilometrarnir av vegi frá Argjahamri út á Glyvrusnes verða asfalteraðir. Tískil er bara at fara í gongd at fáa gjøgnumført eitt slíkt mál, Tórshavnar býráð.

Kári Mikkelsen