Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stóra Dímun - Gastronomiskar Røtur

2019-08-05 15:53
Sjálvur eigi eg ikki fá spor úti í Stóru Dímun. Tad er nú nøkur ár síðani egvar seinast úti í hesi vøkru oyggj og eftirsum tveir av mínum abbasynumJohan og Lukas ikki hava flogið í tyrlu og ikki áður hava verið í StóruDímun nýttu vit høvið at fara skjótan túr við tyrluni.

Tað er spennandi at koma aftur til Stóru Dímun og ikki minni spennandi og hugaligt at síggja og hoyra hvussu kreativ og núhuxandi bóndafólkini Eva og Jógvan Jón eru. Tá vit komu út varð farið beint oman í risastóru majrótaveltuna har røturnar nú verða tiknar sum skulu nýtast til sera spennandi løgin tey arbeiða við og sum væntandi kemur á marknaðin í September mánaða.
Vit fingu at smakka røturnar og tær vóru himmalskar.

Eva og Jogvan Jón søgdu frá, at i næstum verða nakrir tarvkálvar flettir og so verið farið undir slaktið. Framleiðslurnar úr Stóru Dímun eru sera vælsmakkandi og nógv eftirspurdar. Tað er siðvenja heima hjá okkum at keypa eitt feskt krov tá byrjað verður at fletta. Hetta er okkara byrjan til heystið og onki smakkar betur enn feskt lambakjøt ur Stóru DImun og nýggj eplir og grønmeti Heiman Av Sandi.

Tað er hugaligt at síggja hvussu gastronomiska rákið úr Havn eisini er komið til útjaðaran og uttan iva fer gastronomi við góðsku framleiðslum og ein skipað ferðamanna vinna at skapa støðugar livivánir og eina menning av okkara útjaðara.

Orkney og Shetland og Suðuroyggjar hava eitt motto sum er "Our Islands, Our Future"! Hetta er eisini galdandi fyri okkum føroysku oyggjabúgvar, vit mugu samstarva alt tað vit kunna so okkum øllum verður lívið lagað.

Spennandi verður at royna róta løgin ur Stóru Dímun tá hann verður at fáa.

Johan, Johan og Lukas