Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Støddin er ikki avgerandi!

2019-08-25 12:48
Politikkur - 

Ítrótturin hevur alstóran samfelagsligan týdning og er eisini ein lívsvirðisberari hjá einstaklingum og nógvum familjum. Nógv fólk leggja nógva orku í at bera ítróttin fram og virðið av sjálvbodna arbeiðnum í ítróttinum kann ikki gerast upp í krónum og oyrum. Tað er umráðandi, at samfelagið stuðlar ítróttinum við góðum kørmum og tekur allar ítróttargreinar við. Tað er ikki støddin á ítróttargreinini, sum hevur týdning, men tað sum hon gevur tí einstaka og samfelagnum.

Sambandsflokkurin hevur í valskránni, at ítrótturin skal styrkjast fíggjarliga, av tí at ítróttur gevur ungum og vaksnum lívsgóðsku og upplivingar fyri lívið. Allar ítróttargreinar og sersambondini skulu styrkjast fíggjarliga.

Vit vita eisini, at luttøka í ítrótti hevur kriminalitets fyribyrgjandi árin og kanningar aðrastaðni frá vísa, at hetta er ein tann faktorurin, sum kann halda ungfólki frá at koma sær út í kriminalitet. Hóast kriminaliteturin ikki er høgur í Føroyum, samanborið við grannalondini, so kunnu eisini lág tøl gerast lægri.

Land og kommunur eiga at ganga saman um at seta sær nakrar ítróttarpolitiskar málsetningar. Eitt av átøkunum eigur at vera at fáa fleiri fólk at íðka onkran ítrótt, tí umframt upplivingar og harav avleidd lívsvirðir, so er hetta eisini heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi í stóran mun. Stuðul til ítróttin kemur at hava ávirkan á fólkaheilsuna sum heild og upp á sikt eisini minni tørv á heilsutænastum.

Sum virkin ítróttarkvinna í fleiri ymiskum ítróttargreinum gjøgnum mong ár, so er hetta eitt av teimum økjum eg vil virka fyri í politikki, og ein atkvøða til mín er eisini ein atkvøða til at styrkja ítróttin her á landi.

Sunrid Traðará

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin