Sterkt vinnulív treytin fyri framburði

2012-10-22 00:30

Eitt feskt dømi um framskygni, sum skapti framburð, er Norðhavnin. Henda verkætlan bleiv mett sum ein ørvitisíløga, tann tíð tað var. Tíbetur høvdu vit framskygdar politikarar, sum ikki lurtaðu eftir afturhaldskreftunum, men valdu at raðfesta Norðhavnina rættuliga frammaliga. Í dag heysta vit fruktirnar av júst hesi íløgu. Vit síggja dagliga týdningin og ringvirkningarnar av hesi “ørvitisíløgu”. 

Vit eiga framhaldandi at vera framskygd og arbeiða eftir sama leisti, sum við Norðhavnini. Vit skulu allatíðina vera frammanfyri tørvin á øllum økjum. Tá fara vit at uppliva eina enn rúmsáttari kommunu, sum fer at eggja fólki at flyta til júst okkara kommunu. Fólkið fer í stóran mun har sum avbjóðingar og møguleikar eru, og har tey fáa brúkt sínar førleikar. 

Kommunan skal fjálga og raðfesta vinnulívið sera høgt, soleiðis at vit framhaldandi kunnu hava eina góða, virkna og livandi kommunu við nógvum møguleikum og avbjóðingum. 

Visiónin skal vera ein fjøltáttað og framskygd kommuna. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, býraðslimir, Klaksvíkar Kommuna