Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Spilloljumóttøkan hjá IRF má halda fram

2019-10-03 22:06

ABH samgonguskjalið staðfestir, at ætlanin er at loysa trupulleikarnar við dálking fyribyrgjandi.

Hetta er eitt fínt hugskot. Tó haldi eg eisini, at tað er týdningarmikið at hugsa um ta dálking, sum í fleiri áratíggu er farin fram, og sum ikki hvørvur av sær sjálvari: deyðasjógvur, olja og plastdálking.

Harafturat er ivingarsamt, hvørt landsstýrið ætlar at játta pening til spilloljumóttøku hjá IRF, ið er ein trupulleiki, ið hevur stungið seg upp. Ger landsstýrið ikki tað, so er tað beint ímóti ætlanunum í samgonguskjalinum.

Í røðu á løgtingsins røðarapalli í dag heitti eg á landsstýrið at syrgja fyri, at spilloljumóttøkan hjá IRF kann halda á fram. Tað er so óheppið, at ein keypari er fallin frá, og tí restar peningur í, og játtanin, ið vanliga verður givin, er ikki nóg mikið fyri, at IRF kann halda á fram við móttøkuni.

Talan er um 2,4 milliónir fyri restina av 2019. Um ikki IRF fær játtaða peningin, verða tey helst noydd at seta eitt gjald á móttøkuna, og er tað tí ikki vist, at hugurin at lata oljuna inn verður nakar serligur.

Eg vil heita á landsstýrið at játta hesar pengarnar beinanvegin, tí vit vita øll, hvar henda oljan endar, um IRF ikki fær tikið ímóti henni!

Ingilín Didriksen Strøm,
Javnaðarflokkurin