Spæliland til børn í Havn

2012-10-22 00:40

Vit eiga at hava eitt sokallað spæliland í Havn. Eitt spæliland, sum hevur alt sum børnum dámar, so sum klatriborg, hoppiborg, minigolf, rutsjibanar, og annars alt, ið hoyrir til ein nútímans spælidepil.


Handilskjarnin, sum í langa tíð hevur staðið púra tómur, sum «Palle alene i verden» mitt í gongugøtuni og gálva út í tóman heim, kundi verið hentur at brúkt til endamálið. Í grannalondum okkara finnast fleiri sovorðin støð, og allastaðni eru spælilond – ella spælideplar, sera væl umtóktir. Eitt stað, har foreldur, systkin, ommur/abbar, gummur/gubbar kunnu fara hvønn dag, um tað skal vera við børnunum, áansæð veður og vind.


Ein cafè skal vera, har tey vaksnu kunnu eygleiða børnini ímeðan tey hugna sær, og evt. fáa sær ein kaffimunn og ein kakubita, lesa, ella práta – møguleikarnir eru fleiri.


Umráðandi er at kostnaðarstøðið ikki verður høgt, soleiðis at øll kunnu hava ráð til at fara við børnunum at hugna sær og spæla.


Ein kommuna á stødd við Tórshavnar kommunu, eigur at hava eitt slíkt tilboð. Hetta hevði tænt nógvum, og hevði samstundis skapt meira  lív í miðbýin, sum annars ikki hevur verið serliga lívligur seinastu árini.

Ein útreiðsluneutral loysn, sum hevdi havt nógv positiv árin við sær.


Heini Magnussen, valevni fyri Fálkaflokkin í Tórshavn