Søvn og søgur – saltið í rúkandi døgurðapottum

2019-05-30 21:18

Fleiri staðni í landinum ber til at vitja søvn, sum eru á tremur við søgum um okkara fortíð ella okkara náttúru. Í hesum søgum kunnu vit spegla okkum og dvølja við partar av tilveruni, sum vit annars neyvan høvdu havt høvi til at fingið innlit í.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur seinastu árini veitt hjálp til at finna fígging til ymsar verkætlanir, til dømis Gamla Hospitalið í Havn. Eg haldi, at ein sessur á Christiansborg millum annað kann brúkast til slíkt virksemi, eitt nú til at finna fígging fyri at betra um karmarnar fyri ymisk søvn kring landið. Hesi søvn eru skapt av eldsálum við ynski og vilja til at geva okkum vitjandi góðar upplivingar.

Eitt arbeiði sum hetta skal sjálvsagt einans gerast, um menniskjuni handan søvnini ynskja tað og í samstarvi við viðkomandi føroyskar myndugleikar og stovnar.


Krígssavnið og Sjósavnið

Krígssavnið í Miðvági er eitt slíkt savn. Við at lýsa tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið, gevur savnið okkum møguleika fyri at læra um ein part av okkara søgu, sum vit ikki so ofta hoyra um: hvussu foreldur okkara, ommur og abbar og fólk annars livdu teirra lív, meðan eitt stórt tal av bretskum hermonnum vóru her undir seinna heimsbardaga, og hvussu gerandisdagurin annars var í Føroyum undir krígnum. Eg havi vitjað hetta savn saman við bæði børnum og vaksnum, og her var sanniliga nógv áhugavert at uppliva og læra fyri bæði yngri og eldri.

Eisini Sjósavnið á Argjum er til stóra gleði fyri tey mongu vitjandi. At fara á gátt á Sjósavninum letur upp ein nýggjan heim, tí vit sleppa at síggja okkara ríka havumhvørvi so tætt,. Og tað er stuttligt og rørandi at siggja, hvussu íðin og áhugað børn og barnsligar sálir súgva til sín alt tað, tey síggja, meðan tey eygleiða og undrast yvir teir mongu skapningarnar, sum liva í havinum um Føroyar.

Hesi søvn eru tvey dømi um verkætlanir, sum kundu verið fevndar av arbeiðinum at hjálpa til at finna fígging. Talan kann sjálvandi ikki vera fígging til sjálvan raksturin, men heldur um íløgur til ávísar partar av av tí virksemi, sum er á søvnunum.


Enn ein møguleiki

Sum tingkvinna í 4 ár kundi tú nú havt syrgt fyri at útvega nøkur oyru fyri at betra um umstøðurnar hjá hesum søvnum, kunnu tit kanska siga. Sum limur í Mentanarnevndini havi eg eitt nú arbeitt fyri betri umstøðum fyri tey, ið fáast við mentanarligt arbeiði, og hesum vil eg framhaldandi arbeiða fyri.

Eg síggi fólkatingssessin sum ein møguleika afturat til at skapa tey røttu sambondini, eisini fyri at rætta okkara søvnum eina hjálpandi hond, so at upplivingin hjá savnsgestunum, bæði føroyskum og útlendskum, kann gerast enn betri.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið 2019