Soleiðis virkar barnakekkurin og skattalættin til láglønt

2012-11-07 05:34

Barnakekkurin og skattalættin hjá A-liðnum fer serliga til:

- Ung lesandi

- Láglønt

- Stakar uppihaldarar

- Barnafamiljur

Hvør skattgjaldari fær 2.075 kr lægri skatt, tí skattafríi botnfrádrátturin verður hækkaður úr 30 t.kr. til 40 t.kr.

Fyri hvørt barn fær familjan 4.500 kr meir í barnakekki ella barnafrádrátti, tí hann verður hækkaður úr 5.500 kr til 10.000 kr.

Á myndini sæst, at Elsa, sum er lesandi og vinnur 40.000 kr árliga, fær ein lætta á 2.075 kr, sum svarar til 100% í skattalætta, tí hon rindar hvørki kommunu- ella landsskatt longur. 

Hetta ger, at ung og lesandi lættari knýta seg til arbeiðsmarknaðin og fáa vinnuførleikar tíðliga í lívinum. 

Per er stakur og vinnur 240.00 kr árliga. Hann fær sama lætta á 2.075 kr og svarar hetta bert til 2,6% í skattalætta.

Her sæst, at lægru inntøkurnar fáa lutfalsliga nógv meiri í lætta, tí talan er um fasta krónu-upphædd.

Anna er stakur uppihaldari við 2 børnum. Hon fær sama skattalætta sum Elsa og Per, men fær eisini hækkaðan barnakekk á 4.500 fyri hvørt barnið. Sostatt fær Anna ein lætta á 11.075 kr, sum svarar til 14,1% í skattalætta.

Lea og Óli hava 2 børn og vinna 240.000 kr hvør. Tey fáa ein lætta á 13.150 kr og svarar hetta til 7,5% í skattalætta av teirra samlaðu inntøku.


Nú er barnakekkurin og skattalættin hjá lista A vónandi greiðari lýstur.

Vónandi stuðla tit okkum á býráðsvalinum 13. novembur 2012, soleiðis at vit kunnu føra broytingarnar út í lívið.

Vinarliga

Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag og valevni á lista A