Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góð ráð

2012-09-11 17:59

At skriva eitt lesarabræv til eitt blað, er eitt gott og einfalt amboð at koma fram við sjónarmiðum tínum og luttaka í einum kjaki.

Sum útgangsstøði kanst tú her sjálvur avgera orðingarnar, vinkulin og boðskapin, og tí er hetta ein tryggari máti at senda hugsan tína til onnur, soleiðis at tú sleppur undan at tíni úttalilsi verður raðfest lágt, skeivt endurgivin og kanska klipt ella stytt.

Her verða givin fleiri góð hugskot um, hvussu TÍN støða kann verða fínjusterað, áðrenn tú sendir lesarabrævið avstað. Fylgir tú punktunum niðanfyri, ert tú komin væl ávegis til at fólk leggja merki til júst tín boðskap.


Áðrenn tú fert í gongd:

ENDAMÁLIÐ: Tað er altíð eitt gott hugskot at gera sær greitt, hvat endamálið við lesarabrævinum er. Best er at viðgera EITTANS evni í hvørjum lesarabrævi. Ofta er endamálið treytað av, hvar tú hevur fingið íblásturin til innleggið: Er hetta ein reaksjón uppá okkurt; er tað fyri at koma fram við einum nýggjum hugskoti, ella kanska okkurt heilt triðja? Endamálið kann hava sítt at siga, hvussu tú velur at orða teg:

  • Greið frá: Tú skalt verja eina støðu; fáa onnur at skilja hví tú hevur valt eina ávísa loysn, og upplýsa um, hví tú tók eina – kanska ópopulera – avgerð. Orðavalið eigur at vera bleytt, gjarna við eini áheitan um samstarv, og føra fram fyrimunir við avgerðini, eins og tú vísir á 1 til 3 vansar um ein ikki tók hesa avgerðina.

  • Ávirka: Broyta eina hugsan, og sannføra um at tín støða er meiri hóskandi. Orðavalið eigur her at vera klárt og sakligt, gjarna við eini ramsu um vansarnar, um so er, at ein velur aðra loysn enn tína, og her tú samstundis vísir á 1 til 3 góð argument fyri tíni støðu.

  • Geva íblástur: Skapa eina støðu, fáa onnur at hugsa um eina støðu ella fáa tey í gongd við okkurt. Orðavalið eigur her at vera motiverandi, har tú gjarna setur spurningar til móttakaran og bjóðar viðkomandi til víðari hugsan og kjak.

  • Sparring: Eitt gott hugskot er at siga minst tveimum øðrum persónum frá málinum. Greið frá og vita, um tíni argument gera mun í samtaluni tykkara millum.


MÓTTAKARIN: Hvønn skrivar tú til? Hvørjum miðili skalt tú senda lesarabrævið? Hevur blaðið/heimasíðan serligar reglur um longd, ella um innleggið skal verða sent við einarætti o.s.fr.? Kanna hvørjar reglur miðilin hevur á heimasíðu teirra. Tær nýtist ikki at senda sama innleggið orðarætt til allar miðlar. Broyt okkurt í tí, soleiðis at tú kanst senda ymiskar versjónir, um tú ætlar at senda tað til fleiri bløð/heimasíður.

Skriva innlegg títt soleiðis, at bæði tey sum lesa t.d. Sandportal, Eystportal, Norðlýsið, Vágaportalin ella Portalin, og sum kanska bert lesa bæði bløðini Sosialin og Dimmalætting, kunnu skilja og fata tað tú sigur – ella tú bert velur annað teirra, annaðhvørt ein tíðindaportal ella eitt blað. Um tú skrivar um okkurt, sum tú hevur lisið í einum ávísum miðili, so er rættast at vísa til tað í innlegginum.


Soleiðis fert tú í gongd:

Yvirskriftin: Henda er lýsingarskeltið, har tú skalt fáa lesaran at móttaka allan boðskapin frá tær. Fanga uppmerksomheitina og áhugan við eini stuttari, men slagmiklari, hóskandi og gjarna avbjóðandi yvirskrift. Tað er tó altíð ein vandi fyri, at blaðstjórin á miðlinum broytir yvirskriftina og ger hana verri. Tess meiri hóskandi tín egna er, tess størri møguleiki er møguleikin fyri at hon kemur gjøgnum nálareygað.

Disposisjón: Hvussu kann ein byggja innihaldið upp og fáa lesaran at lesa alt innleggið? Ein góð og klassisk uppbygging er tann sum blaðfólk brúka:

  • Inngangur: Byrja við at undirbyggja tað forvitnið sum yvirskriftin skapti. Gev lesaranum størri huga fyri tí sum tú hevur uppá hjarta. Er ov stórur munur á yvirskrift og inngangi í humøri, sakligheit og orðavali, er vandi fyri at tú missir lesaran. Sig tað tú hugsar, soleiðis at tað fangar áhugan.

  • Pástandir: Sig frá, hvussu tú metir málið, hvussu tað hevur ment seg higartil, og sig tína hugsan um, hví tað hendi so.

  • Grundgevingar: Her slært tú fast, hví tú hevur tikið hesa støðuna – við faktuellum argumentum, kenslubornari hugsan, ella hvør orsøkin til hetta er. Svína ongatíð ein mótstøðumann til, við at skriva, at hann er býttur, rotin, minni begávaður og tílíkt.

  • Dømi: Samanberingar við kend fordømi ella hugsaði dømi um, hvussu støðan kann gerast í framtíðini.

  • Endi: Her verður eldur settur í fjúsið, soleiðis at rakettin við teimum góðu argumentunum fer til himmals við einum braki og gerast sjónlig fyri lesaran í finaluni. Hvat skal lesarin gera og hugsa nú, eftir tíni hugsan? Undirstrika stutt, hvør tín støða er og ger greitt, hvat endamálið við innlegginum er. Um tað er gjørligt at gera eina yvirskrift, sum kann ketast saman við endan – t.d. við at yvirskriftin er ein slag av spurningi sum endin gevur svarið uppá – so er hetta ofta ein virksamur endi.


Brúka myndir: Við eini hóskandi mynd, sum t.d. hon við rakettini omanfyri, kanst tú gera støðu tína greiða. Um lesarin skapar sær myndir í sínum innara eyga, meðan hann lesur greinina, so røkkur tú bæði áhuga hansara og fatan samstundis. Men ansa eftir: Yvirdrív ikki nýtsluna av myndum, og ansa eftir ikki at brúka ógreiðar myndir ella gamlar klisje’ir, sum eingin reagerar uppá. Orðatøk og kendar vendingar kunnu brúkast, men við varsemi.

Skriva greitt: Ansa eftir alt ov kringlutum og innskotnum setningum, og ansa haraftrat eftir ov longum setningum og tungum orðum. Betri er við stuttum, og púra greiðum setningum og vanligum orðum, heldur enn fremmandum. Ansa eisini eftir endurtøkum. Brúka ikki somu orð ella úttrykk ov ofta – finn heldur eitt annað orð, ið sigur tað sama. Tak ábyrgd fyri tíni meining við at brúka “eg haldi” ella “vit meina”, ístaðin fyri “ein er komin til ta niðurstøðu”.


Tá tú ert liðugur at skriva:

Kanna longdina: Tað er altíð eitt gott hugskot at kanna tekstin áðrenn, um ávísar reglur galda fyri tal av orðum ella reglum, og ikki minst um tað kostar at fáa innleggið við. Í øðrum lagi er ikki minni týdningarmikið, at títt innlegg ikki gerst so langt, at lesarin er givin at lesa áðrenn hann er komin til endan og niðurstøðuna. At enda gevur hetta eisini betri møguleikar fyri at innleggið sleppur við í tann ávísa miðilin. Skriva helst ikki longri enn eitt vanligt A4-ark.

Rættlestur: Les innlegg títt hart ígjøgnum enn einaferð fyri at lúka stavivillurnar, men eisini fyri at finna skeiv úttrykk. Bíða ein tíma, og les so innleggið ígjøgnum aftur fyri teg sjálvan, og ver atfinningarsamur. Sker óneyðugar endurtøkur burtur, rætta villur og ger setningarnar so einfaldar sum til ber. Alt sum kann káma burtur boðskapin, og soleiðis forða lesaranum at skilja hann, skal burtur!

Send innleggið avstað: Minst til at senda upplýsingar um teg sjálvan, bústað, heiti, hvønn flokk/felagsskap/bólk og líknandi tú umboðar og heft við eina mynd. So kann blaðstjórin sjálvur avgera, um tað skal brúkast.


Góðan skrivihug!