Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eigarafelagið Eystan Kongavarða hevur fingið arkitekt at avmynda hvussu ætlaða íbúðarbyggingin Undir Kongavarða fer at ávirka sólargang og útiumhvørvi

Søguliga stuttskygd bygging av leiguíbúðum undir Kongavarða

2019-07-08 19:24

Við at kroysta nærum 100 smáar leiguíbúðir í bíligari dygd saman á einum alt ov lítlum øki ger Tórshavnar Býrað við Anniku Olsen, borgarstjóra á odda, eitt mistak av søguligum dimensiónum, sum fer at kosta Havnini dýrt í framtíðini og skapa trupulleikar, sum verða torførir at loysa.

Bústaðartørvurin í Havnini er stórur. Tí er at fegnast um, at bústaðarpolitikkur fær høga raðfesting frá sitandi býráð, og at loysnir verða funnar og framdar í verki.

Men góður vilji at nøkta bústaðartørvin má ikki blíva til óumhugsaðar hovsa loysnir, har dygdin og langskygni má víkja fyri politiskari profilering og vinnuligum seráhugamálum. Tí fáar verkætlanir eru so sjónligar og varandi sum íbúðarbygging. Bústaðareindir og økir, sum vit byggja í dag, koma at vera karmur um lívið hjá havnarborgarum í komandi áratíggjur, og koma at mynda býin og fólkið her býr. Tí er ikki líkamikið hvørjar bústaðarkarmar Tórshavnar Kommuna gevur havnarborgarum at liva í.

Vánalig bygging skapar vánaligt umhvørvi
Óhepnu avleiðingarnar og sosialu trupulleikarnir, ið kunnu standast av vælmeinandi, men óumhugsaðari bygging av leigubústøðum hava kommunur í grannalondum okkara tíbetur lært nógv av seinastu 50 árini. Tí er tað er eingin grund hjá vælmeinandi býráðspolitikarum í Havn at endurtaka sama feil sum Keypmannahavn, Oslo og Stockholm - nú 50 ár seinni og í bestu tíðum.

At byggja stórar konsentreraðar blokkar við smærri leiguíbúðum á bíligasta hátt varð hildið at vera ein góð loysn á bústaðartrupulleikunum í 1960’unum og 1970’unum. Tá valdaðu onnur hugarák, og royndirnar av hesum slagi av bygging vóru ikki tær somu sum í dag.

Hesar bústaðareindir byrjaðu skjótt at missa atdráttarmegi og áhuga millum flestu fólk. Dygdin var vánalig, útiumhvørvið var illa umhugsað, og íbúgvasamansetingin gjørdist alsamt versnandi. Støðugt fingu tey flestu av hesum økjum tunga sosiala slagsíðu og harvið byrja stóru trupulleikarnir at stinga seg upp.

Skemmandi høgir íbúðarblokkar
Ætlaða byggingin av 94 konteynaraíbúðum til leigu undir Kongavarða, í høgum samanstúvaðum blokkum, er ein vána loysn á allar mátar. Byggingin verður framd á bíligasta og mest stuttskygda hátt, og at síggja til uttan stórvegis byggilistarlig atlit.

Hetta er allarhelst fín forrætning fyri byggiharran, serliga tá hugsað verður um, at Tórshavnar Kommuna hevur selt privatu fyritøkuni handan byggiverkætlanina 10.500 m2 stóra stykkið fyri einans 1,6 milliónir krónur. Hetta er neyvt tað sama, sum eitt vanligt sethúsagrundstykki í Havn kostar á privata marknaðinum í dag.

Men einasti vinnarin av hesum verður byggifyritøkan. Tórshavnar býur fær eitt skemmandi sár fyri eftirtíðina. Íbúgvarnir í teimum 94 íbúðunum fáa liviumstøður, sum ikki hóska seg í Føroyum anno 2019, og grannarnir missa eitt fríøki og sólargang, og tær longu vánaligu ferðsluumstøðurnar verða ótolandi hjá øllum.

Ístaðin fyri skilagóða bygging fáa vit høgar skemmandi íbúðarblokkar, mest líkir teimum vit kenna frá leiguíbúðarblokkunum á Eirargarði, ið fáur í dag man meta sum góð føroysk bygging, og sum mest av øllum leiða tankarnar á miseydnaða íbúðarbygging í Nuuk í seksti- og sjeytiárunum. Hesum slag av illa umhugsaðari íbúðarbygging var Havnin tíbetur nærum spard fyri, men so verður ikki framyvir, um ætlaða byggingin av íbúðarbarakkum ikki verður steðgað.

Býarskipanardeildin skúgvað til viks
Tá farið varð undir at bjóða økið undir Kongavarða út til bygging mælti Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar Kommunu staðiliga til at: ”Tað er umráðandi at tey 3 punkthúsini, sum verða bygd afturat, verða gjørd samsvarandi heildarætlanini fyri økið. Tað vil siga at húsini í stødd koma at svara til tey húsini sum eru har og í útsjónd fella væl inn í økið”.

Her sipar Býarskipanardeildin til tey verandi 5 punkthúsini undir Kongavarða við 10 íbúðum í hvørjum húsi.

Men eftir at privatur byggiharri so at siga slapp at seta egnar treytir í útbjóðingini, blivu trý punkthús við 10 íbúðum í hvørjum húsi til tríggjar samanhangandi barakk-blokkar við íalt 94 íbúðum kroystar á eitt øki ætlað 30 búeindum.

At privat peningalig áhugamál skúgva bæði Býarskipanardeildina og heildarætlanina fyri økið undir Kongavarða til viks uttan hóvasták er sera ófrættakent fyri borgararnar, sum búgva í økinum og skulu liva við avleiðingunum og fyri allar Havnarborgarar, tí hvar rakar hendan óumhugsaða framferð næstu ferð?

Hví gongur Tórshavnar Kommuna á leistum eftir einum privatum byggiharra og vendir deyva oyra til sína egnu byggikønu umsiting?

Stuttskygd loysn
Tað er at fegnast um at sitandi býráð tekur bústaðartrupulleikan í álvara. Men er dygdin ikki í lagi, so er ikki talan um nakra veruliga loysn. Og dygdin er langt frá í lagi í ætlaðu byggiverkætlanini undir Kongavarða. Ístaðin leggur hendan sonevnda loysnin grundina undir trupulleikar, sum komandi býráð í Tórshavnar Kommunu koma at dragast við komandi áratíggjuni.

Tá vit um 10 ár hyggja aftur á hesa barakk-líknandi bygging verður alt gloymt um bústaðartrupulleikan, sum hon loysti í 2020. Eftir fer at standa ein skemmandi varði um hvat hendi við Havnini bæði undir Kongavarða og á Karlamagnussarbreyt. Ein varði um tíðina tá stuttskygd politisk og vinnulig áhugamál gingu hond í hond, og býurin varð skemmaður fyri eftirtíðina bæði byggilistarliga og sosialt.

Borgarar í Tórshavn hava uppiborið betri bygging
Í høvuðsstøðunum kring okkum verður hetta slag av bygging ikki longur framt.

Í dag eru støð sum Mjølnerparkin í Keypmannahavn og Gellerupparkin í Aarhus meira kend fyri teir tungu trupulleikar, sum slíkar byggiverkætlanir skapa, enn fyri tann átrokandi bústaðartørv tær loystu í síni tíð.

Nýggjar leiguíbúðir verða framvegis bygdar, men nú altíð sum partur av byggiverkætlanum har hugsað er væl um íbúgvasamanseting, dygd og byggilist. Samstundis verður arbeitt av øllum alvi at loysa ovurstóru trupulleikarnar í fortíðar óumhugsaðu leigubústaðarbygging.

Undir Kongavarða verður vónandi ikki nøkur Mjølnerpark ella Gelleruppark. Til tess er Havnar býur kanska ov lítil, og óumhugsaða byggiverkætlanin ov avmarkað. Men tað fer at tæna sitandi býráð og borgarstjóra til lítlan sóma, at man offraði alla vitan, vit hava í dag, um skynsama bygging av leigubústøðum. Framtíðar íbúgvarnir í leiguíbúðum í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betur enn at búgva í tætt stúvaðum íbúðarbarakkum.

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða
Umboðandi 119 búeindir