Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

So avdúkandi, Bjarni Djurholm!

2020-04-20 09:05

Herfyri ummælti Jóanis Nielsen, rithøvundur, bókina “SVIK”, sum Jan Lamhauge hevur skrivað.

Prippin gjørdi Bjarni Djurholm viðmerkingar til hetta ummælið, og mælt verður øllum føroyingum til at lesa hesar viðmerkingar.

At maðurin, sum hevur skrivað hesar viðmerkingar, hevur sitið á løgtingi – sum varamaður ella valdur løgtingsmaður - at kalla uttan slit frá 1987 til 2015 og í hesum tíðarskeiði verið landsstýrismaður í átta ár, sigur ikki so lítið um flokkin, hann hevur umboðað.

Fullar av hatri, illsinni og trábeitni eru hesar viðmerkingar.

Og tað rímar væl saman við, at sami maður eitt skifti var formaður í ungdómsdeild floksins tey árini, “Dagblaðið” leikaði í sum harðast - serliga árini millum 1976 og 1990.

Alt hetta gor og gall er til skjals á heimasíðuni tidarrit.fo.

- Bókin “SVIK” er væl skrivað, og hon er skelkandi at lesa.

Tað, ið ført verður fram, tykist væl undirbygt.

Hvørt allar útgreiningar og niðurstøður eru rættar út í æsir, hevur undirritaði ikki førleika at siga, men eitt stendur rimmarfast: Bæði tá ið hugsað verður um sonevnda skattamálið, viðurskifti millum TAKS og BETRI-samtakið, og um innanhýsisviðurskifti í Kringvarpinum, verða nøvn og gerðir nevnd, sum tú hevði roknað við, at umrøddu persónar vildu reinsast fyri.

Mær vitandi er eingin farin lógarinnar veg at vísa aftur tí, sum í bókini stendur.

Og tá mugu vit spyrja:

Er føroyska samfelagið so kavfúgvandi rotið, sum bókin “SVIK” greiðir okkum frá?

Og so at enda – og hetta hevur einki við Djurholm at gera.

21. september 2017 meldaði TAKS eftir tilmæli frá Bárði Larsen, løgfrøðingi, Betri Banka til fútan fyri illgruna um brot á grein 139 í skattalógini, sum snýr seg um skattasvik í sambandi við sonevnda Skattamálið. Tveir mánaðir seinni kunngjørdi løgreglan í Føroyum, at áheitan var send til Bakmanspolitiið um at vera við í kanningunum. Síðan hevur verið tøgn – í úti við 1000 dagar.

Og 4. statsvaldið er tigandi – steintigandi!

Hvat ger hetta við álitið á rættartrygdina í landi okkara?

Árni Dahl