Smábarnafamiljur bóndafangaðar

2012-10-17 00:12

Tá eg seinasta summar varð við barn, viðmerkti ein skemtiliga, at í Tórshavna kommunu er best at eiga børn fyri jól, tí so passar barsil og stovnsplássið saman. 


Tórshavnar kommuna hevur ídag eina stirvna skipan, sum bóndafangar uppihaldarar at gjalda fyri óbrúkt ansingarpláss. Ansingarskipanin er samansett soleiðis, at nýggj pláss á stovnum eru tøk í august. Logikkurin er, at tá flyta vøggustovubørn upp í barnagarðin, og barnagarðsbørn eru farin í skúla. Sostætt noyðast kvinnur, sum eiga um várið, at taka av stovnsplássi longu frá august, um tær vilja tryggja sær pláss sama ár. Og øll plássini eru full tíð. 


Trupuleikin er, at ofta er barsilin hjá kvinnum, sum eiga móti vári, bara umleið hálvt til trýkvart liðin.  Sostatt skulu tær gjalda kommununi fyri fulla ansing, sum tær hvørki hava brúk fyri ella hava ráð til. Tískil takka fleiri nei og noyðast harvið at bíða til árið eftir. 


Tað er nú einaferð soleiðis, at kvinnur hava rætt til 32 vikur heima saman við pinkubørnum, og neyvan fær Tórshavnar kommunan nakrantíð ávirkan á, nær hesi verða fødd. Kommunan noyðist at tillaga seg borgaran og ikki umvent. 


Hvørt vøggustovupláss kostar kommununi umleið kr 90.000 árliga. Ber ikki til at gjalda út ein part av hesum til uppihaldarar, sum vilja ansa sínum børnum heima? Umframt at uppihaldarin sparir tær kr 30.000, ið vøggustovupláss kosta? Sjálvandi ber tað til. 


Hví kan borgarin í Tórshavnar kommunu ikki velja, nær barnið skal byrja á stovni? Hví kann borgarin í Tórshavnar kommuna ikki velja fleksiblar ansingartíðir? Hví kann borgarin í Tórshavnar kommunu ikki velja at ansa sínum børnum heima við tilskoyti? 


Smábarnamammur: Viljað tit hava møguleika at koyra børn inn á stovn alt árið, viljað tit hava møguleika at velja fleksiblar ansingartíðir, viljað tit hava møguleika at ansa tykkara børnum heima við tilskoyti frá kommununu, so velji lista A til býráðsvalið, og vit geva tykkum valið aftur!


Jóna Kristin Thomsen, valevni Fólkafloksins til kommunuvalið