Slóðbrótandi verkætlan

2013-06-04 17:31

At  Annikka Olsen landsstýriskvinna í dag setti spakan í til nýggjar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum í Klaksvík , er onki  minni enn slóðbrótandi innan hetta  økið í Føroyum.

 Annika Olsen hevur  stóra tøkk  uppiborna  fyri umsorgan og hjartalag fyri okkaru kæru við serligum avbjóðingum. Hesi , sum  í  áravís  tolin hava staðið  og bíðað aftarlaga í køini fyri  at fáa eina íbúð, so tey kunnu fáa eitt meira virðiligt lív. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at tey ikki hava havt tað gott heima. M en tað er nú einaferð soleiðis , at foreldrini/avvarðandi eldast  og hava ikki somu umstøður og orku  at ansa teimum alt lívið. Øll hava vit eisini tørv á, at  vera fyri okkum sjálvi.


Sum fyrrverandi forkvinna í sosialu nevnd føli eg hetta sum ein stóran dag.  Júst hesar íbúðir í Klaksvík vóru eitt av mínum hjartamálum seinastu setu í býráðnum. Alt býráðið stuðlaði hesi verkætlan.  Har eg sum forkvinna í sosialu nevnd  somuleiðis hevði  avbera gott samstarv við táverandi landsstýriskvinnu í almannamálum Rósu Samuelsen, sum legði hesa verkætlan fyri tingið.  Síðan eg bleiv vald í løgtingið havi eg  somuleiðis lagt nógva orku í  fyri at fáa hesar íbúðir gjørdar til veruleika. 


Hetta er eisini eitt gott dømi um,  hvussu væl tað  kann ganga,  tá ið land og kommunur arbeiða saman, fyri at náa einum góðum úrsliti. Í hesum  førinum hevur   Klaksvíkar kommuna   goldið fyri niðurtøku av gl. Læknahúsunum og skal gera  stykkið byggibúgvi. Landið skal so byggja íbúðirnar og rinda  raksturin.

Verkætlanin  kemur væntandi at geva uml. 20 føst og støðug ársverk  innan hetta økið í Klaksvík. Tað gleðast vit eisini um.  

Øll í landstýrinum, løgtinginum og Klaksvíkar kommuna hava stóra tøkk uppiborna , at hendan slóðbrótandi verkætlanin nú gerst  veruleiki .


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur