Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skulu vit tora at droyma um, at hava heimsins besta heilsuverk í Føroyum?

2021-05-04 12:30

Í samband við verkstovuna sum Undirvísing-og granskingarnevndin í Læknafelag Føroya helt í farnu viku um eitt møguligt eitt Instutt fyri Almennari Læknafrøði, bar formaðurin fyri Yngri Læknar í Føroyum, Marnar Fríðheim Kristiansen, hesi sjónarmið.

Góðu tit. Eg fegnist um at kunna savnast saman við tykkum í dag. Pál bað meg siga nøkur orð, sum umboð fyri Yngri Læknar Føroyar, og tað geri eg fegin.

Hetta seinasta árið hevur verið øðrvísi enn undanfarin ár, og tað hevur m.a. verið stórur saknur í, at kunna savnast á hendan hátt sum vit gera í dag.

Undanfarna árið hevur eisini víst okkum nakað annað. Nevniliga, hvussu týdningarmikið tað er fyri samfelagið, at hava eitt væl fungerandi heilsuverk. Fakligheitin hevur fingið eina endurnýggjaða respekt ímillum fólkið. Fakligheitin hevur verið ein varði, sum fólkið kann lýta ímóti, fyri at fáa troyst í einari tíð har óttin og ørkymlan hava fylt órímuliga nógv.

Men koronafarsóttin eisini víst okkum, hvussu viðbrekið okkara føroyska heilsuverk er. Kanska vóru vit heppin, at okkara ótti um, at heilsuverkið lættliga kundi verða ovbyrðað gjørdi, at vit valdu tað bestu loysnina mótvegis korona. Nevniliga, at royna at heilt útilukka korona úr okkara samfelag, heldur enn at royna at liva við korona.

Men tað hevur eisini víst á støðið á okkara heilsuverkið. Vit høvdu tveir russarar á intensiv deilduni, men vóru noydd at senda teir til Danmarkar.

Hvussu hevði so ikki verið, um vit høvdu verið hart rakt av korona? Um tað hevði nærkast støðuni í Brasilia, USA, India ella í minni mun í Svøríki?

Tað er greitt, fyri mær í øllum føri, at okkara heilsuverk hevur tørv á ábótum.

- Tað er ov seint at halda um reyvina tá vindurin er farin, sigur orðafelli. Tað er trupult at gera nakað við støðuna beint nú. Men vit mugu planleggja betur til framtíðina.

Okkara heilsuverk er undirfíggjað. Men vit fáa tað til at fungera allíkavæl. – Viljin drívur verkið. Vit gera alt tað vit kunnu fyri at heilsuverkið koyrir, men førir hetta til, at vit kanska ikki megna at planleggja betur til framtíðina, tí vit megna einans akkurát at halda tað núverandi koyrandi? Eitt orðatak sigur - Ikki vaða út har ein ikki grynnur. Vit eru longu har, ið vit bert akkurát grynna, tí tora vit kanska ikki at vassa longur út.

Men kanska skulu vit vassa longur út. Kanska skulu vit tora at droyma ambitiøst og stórbært. Sum Paulus sigur í brævinum til korintmanna: Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. Ella sagt við øðrum orðum, Eymur er maður, ið agn sparir. Um vit ynskja at hava eitt betri heilsuverk, so eru vit noydd at arbeiða fyri tí nú. Tað, sum vit gera nú, síggja vit kanska fruktirnar av um 10 ár. Vit skulu tí tora, at vassa longur út, fyri at fáa tað heilsuverkið vit hava tørv á.

Eg eri ein ungur lækni, enn grønur á mínari arbeiðs- og læknaleið. Teir læknarnir sum hava verið undan mær, hava gjørt eitt megnartak og tað verður áhaldandi gjørd megnartøk av okkara starvsfeløgum fyri at halda heilsuverkinum koyrandi í okkara lítla dunnuhyli. Einkultir læknar hava borið specialir, og haft ábyrgd av einkultum fakøkjum ella oyggjum heilt einsamallir. Men tíðin er farin frá at einkultir læknar bera fakøkir ella landafrøðilig økir í landinum. Maður kemur í mans stað, sigur orðafelli, men tað kann verða trupult hjá øðrum at taka yvir, um har bert var ein á økinum og eingin klárur at taka við stafettini. Vit skulu tí deila byrðuna yvir fleiri, so at vit ikki eru eins viðbrekin og vit tryggja okkum at fakligheitin er so góð, ið vit kunnu fáa hana at vera. Hetta er galdandi bæði fyri serøkir á sjúkrahúsinum, men eisini landafrøðilig økir úti í landinum.

Tað eru ógvuliga nógv læknalesandi, og yngri læknar, sum eru útbúnir seinastu árini. Men enn, er ikki pláss fyri nógvum av hesum í Føroyum at útbúgva seg í Føroyum. Um vit ynskja at fáa tey heim, antin undir specialisering ella eftir at tey eru serlæknar, so mugu vit gera tað attraktivt at arbeiða sum lækni í Føroyum.

Hvussu gera vit tað? Hvussu lokka vit føroyskar læknar at koma til Føroyar? Kunnu vit koma har til, at gransking og menning er ein natúrligur partur av læknastarvinum enn meira enn tað er í dag? At vit hava eitt livandi og mennandi umhvørvi at virka sum lækni í Føroyum? Tað trúgvi eg, er mátin at fáa fleiri læknar til Føroyar. Og eitt stig á leiðini kann vera at skapa eitt institutt í almennari læknafrøði í Føroyum.

Vit hava nakrar serligar avbjóðingar í Føroyum, sum ikki eru eitt nú í Danmark, sum eg haldi at eitt institutt fyri almenna læknafrøði kann fara beint í holt við at arbeiða við.

Hvussu er útbúgvingarstøði hjá teimum sum læra til kommunulækna í Føroyum. Síggja og læra teir komandi kommunulæknarnir tað teir skulu? Síggja teir nóg nógvar sjúklingar og verða teir nóg væl vegleiddir?

Samstundis hava vit eisini nøkur serlig føroysk forhold, sum tað er neyðugt at kommunulæknar kenna til. Um læknarnir verða sendir uttanlands at taka ein part av útbúgvingini, hvussu tryggja vit okkum so, at teir eisini læra um tey serligu føroysku forholdini?

Vit eru lítil í Føroyum. Vit kunnu og skulu tí ikki gera alt. Men tað, sum vit kunnu gera, haldi eg at vit skulu gera. Vit hava tørv á, at í summum økjum verða serligar føroyskar vegleiðingar gjørdar, tilpassaðar til ein føroyskan samanhang.

At tað nú verður tosað um at gera ein stovn, sum skal verða fakligur heimstaður við okkara kommunulæknar, opnar eisini fyri spurninginum hvat okkara ambitiónir eru fyri heilsuverkinum í Føroyum. Eitt fakligt heimsstað fyri kommunulæknar er eitt gott og týdningarmikið stig, men hvat meira skulu vit gera?

Tá eg fyrstu ferð hoyrdi um viðgerðartrygd í Føroyum, má eg viðganga at eg helt tað var heldur órealistiskt. Tí, hvussu kunnu vit, sum eru so undirfíggjaði, og júst klára at gera tað sum vit skulu, eisini megna at fáa innført viðgerðartrygd? Men so valdi eg at síggja tað við øðrum brillum. Hví skulu vit ikki hava viðgerðartrygd í Føroyum?

Vit skulu vera fullgreið yvir, hvat vit kunnu og ikki kunnu í Føroyum. Men tað skal ikki vera ein vøgga, sum ger at vit ikki skulu vera ambitiøs. Tí eg trúgvi at vit hava møguleika at í framtíðini verða millum tey allarmest framkomnu heilsuverkini í heiminum. Eg haldi tí tað er týdningarmikið at vit spyrja okkum sjálvi. Hvat vilja vit við okkara heilsuverki?

Skulu vit tora at droyma um, at hava heimsins besta heilsuverk í Føroyum? Eg haldi ikki eg taki munnin ov fullan, um eg sigi, at hóast vit hava nøkur av heimsins bestu heilsustarvsfólkum, so hava vit ikki heimsins besta heilsuverk. Men eg trúgvi samstundis, at um vit ynskja tað, so kunnu vit einaferð fáa tað. Men kundu vit ímynda okkum, at ein danskur politikari segði tað sama? Tað átti at verið ein radikal útsøgn, at sagt at vit ikki hava heimsins besta heilsuverk.

Skulu vit tora at droyma um eitt heilsuverk, har vit eru nóg væl mannaði við læknum? Er tað ein radikalur tanki? At vita hava nóg nógvar kommunulæknar, ortopæd kirurgar, psykiatarar, neurologar, nefrologar og alt annað? Er tað radikalt?

Skulu vit tora at droyma um eitt heilsuverk har vit kunnu bjóða PCI í samband við hjartatilburðar í Føroyum? Har vit hava thoraxkirurgar, sum kanska koyra á skift í Føroyum og uttanlands? Er tað radikalt? Skulu vit eisini tora at droyma um at hava ein læknaskúla í Føroyum?

Eg trúgvi at vit hava eina bjarta framtíð innan læknaverðina í Føroyum, og eg gleði meg til at taka lut og uppliva hesa framtíð saman við tykkum.

Takk fyri.

Marnar Fríðheim Kristiansen
Formaður, Yngri Læknar Føroyar