Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Skulu vit lata Havnina flyta úr Havnini?

2012-11-10 17:05

Ungar familjur hava ikki ráð at seta sær búgv, tí bústaðarmarknaðurin er alt ov lítið fjølbroyttur og ov lítið framskygdur. Lesandi hava ikki ráð at lesa, tí eingin vilji er til at bjóða teymum hóskandi bústaðarmøguleikar. Stakir uppihaldarar hava ikki ráð at geva børnunum eina framtíð, tí eingin skipan er, sum hjálpir teimum. 

Ongantíð áður hevur verið lættari at flyta fólk og førleikar millum lond, og um vit ikki vilja hýsa teimum mongu, sum vilja nema sær útbúgving ella á annan hátt skapa sær eina framtíð í býnum, so flyta tey hagar livilíkindi eru. Hetta er so eyðsýnt. Soleiðis flytur tað mest virðismikla tilfeingið, ið vit eyga, úr býnum – tey sum skulu lívbjarga hesum býi. Soleiðis flytur Havnin úr Havnini.

Eftir sita foreldur, ommur og abbar og mugu boyggja seg fyri teirri sannroynd, at tey missa børn og barnabørn síni, tí tey nú eru farin at skapa lív og virksemi aðrastaðni. Tað er væl skiljandi.

Øll kenna vit loysnina, men ilt mann verða hjá mongum at kenna politiskan vilja til at fremja hana. Tí stendur valið millum at flyta Havnina úr Havnini ella viljan inn í býráðsting.

 

Rógvi á Rógvu

Valevni hjá Tjóðveldi