Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skulu vit hava fría fosturtøku í Føroyum?

2019-08-28 12:25

 Nú løgtingsvalið nærkast, hava fleiri sett mær spurningin, um eg eri fyri fríari fosturtøku. Stutta svarið er, at eg eri ímóti fríari fosturtøku. Haldi heldur ikki, at loysnin er at áseta fosturtøkubann í Føroyum.

 

Í Javnaðarflokkinum eru vit frítt stillaði í etiskum málum, tí er tað, eg sigi, upp á egna rokning.

 

Síðani ár 2000 er talið á fosturtøkum í Føroyum farið úr 49 niður í 19 fosturtøkur árliga. Vit eiga áhaldandi at arbeiða fyri, at talið á fosturtøkum verður enn minni komandi árini. 

 

Vit eiga at gera sosial átøk, ið gera, at enn færri velja fosturtøku. Vit skulu lofta og hjálpa teimum, sum síggja fosturtøku, sum einasta útveg. Vit eiga at upplýsa ungar gentur og dreingir um fyribyrging. Byggja fleiri íbúðir og harvið gera tað lættari hjá støkum at fáa tak yvir høvdið. Vit skulu endurskoða barsilsskipanina og gera hana betri. Um mamman ella pápin eru støk, skal tað vera møguligt hjá øðrum avvarðandi at fara í barsil saman við teimum.

Vit eiga at endurskoða fosturtøkulógina, sum er frá 1956. Kanningar vísa, at hon er ógreið, og at hon í fleiri førum ikki verður hildin.

 

Sunneva Mohr, valevni fyri Javnaðarflokkin