Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Skulu vit broyta sóttarhaldið til eisini at fevna um tey koppsettu?

2021-11-02 18:37

Hvussu ber tað til, at vit hava so nógv størri smittuútbrot nú, tá ið eini 88% av fólkinum omanfyri 12 ár eru koppsett, enn vit høvdu alt árið í fjørð, tá ið eingin var koppsettur? Hvat er tað, vit gera øðrvísi nú enn tá, sum kann ávirka hetta?

Well, ein munur er, at seinasta ár fóru øll, sum høvdu verið í sambandi við onkran smittaðan í sóttarhald. Við koppsetingini bleiv hetta broytt til, at einans tey, sum ikki eru koppsett, skulu í sóttarhald. Tey koppsettu kunnu ganga frítt víðari í samfelagnum.

Vit hava júst fingið vátttað frá umfatandi gransking, sum bleiv almannakungjørd í The Lancet 1. november, at ein smittaður koppsettur smittar júst líka illa, sum ein smittaður ókoppsettur. Og vit vita eisini at smittuverjan frá koppsetingini fánar við tíðini, soleiðis at vit fáa fleiri og fleiri koppsett, sum verða smittað.

Tí er tað ikki nakað langt logiskt lop, at hugsa sær, at ein av grundunum til at hetta smittuútbrotið gerst so ógvusligt, er júst at vit hava ein stóran meiriluta av fólki, sum ikki eru kravd at fylgja somu smittutálmandi tilmælum, sum vóru galdandi í fjørð, og sum ein lítil minniluti av fólkinum framvegis er noyddur at fylgja.

Ein annar munur er sjálvandi tað sera smittandi deltafrábrigdið, ið tók yvir í summar. Og við delta gerst omanfyri nevndi munur í mannagongdum bara enn meira avgerandi.

Nú hugsar onkur helst, at tað ber ikki til, at hvør Hanus og Janus skal fara í 10 daga sóttarhald, hvørja ferð hann er komin í samband við ein smittaðan, tí so er tað næstan sum at læsa samfelagið niður. Og har eri eg samdur. Lat okkum stytta sóttarhaldið niður á t.d. 4, 5 ella 6 dagar, og so heldur koyra øll í sóttarhald, sum hava verið í tøttum sambandi við ein smittaðan. Hetta sitatið úr greinini í Lancet, sum annars mælir staðiliga til, at flestøll koppseta seg, helt eg vera rættiliga sigandi:

“Áhaldandi smittan, vit síggja millum koppsett fólk, ger tað avgerandi neyðugt hjá teimum ókoppsettu at koppseta seg, fyri at verja seg sjálv.”

(“The ongoing transmission we are seeing between vaccinated people makes it essential for unvaccinated people to get vaccinated to protect themselves.”)

Ella við øðrum orðum, at tey ókoppsettu mugu koppseta seg, fyri at verja seg móti hinum koppsettu, tí tey smitta so illa (líka illa sum ókoppsett).

Mannagongdin við at lata koppsett sleppa undan sóttarhaldi, var sett í verk meðan vit framvegis hildu at koppingin vardi 95% ímóti at gerast smittaður og at smitta víðari. Tá vit nú vita, at smittutálmandi virknaðurin fánar lutfalsliga skjótt og tað eingin munur er á, hvussu illa ein koppsettur ella ókoppsettur smitta víðari, so er hvørki rætt ella skilagott at gera mun á fólki sum skulu í sóttarhald.

https://www.thelancet.com/journals/lanwpc/article/PIIS2666-6065(21)00208-X/fulltext

Jón Tyril