Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Skúlin skal verða verandi hjá MMR - sjálvsagt!

2013-04-16 12:37

www.skulabladid.fo

Í hesum tíðum hevði tað verið burturvið, at latið kommununum einar 3-400 milliónir til at byggja sær síni egnu smáu ‘mentamálaráð’. Jákup av Skarði, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Tíbetur bórust tíðindi, at mentamálaráðharrin var púra greiður, tó at kommunusamskipanin ikki var samd. Fólkaskúlaøkið skal verða hjá MMR!

Fyri mær er tað sjálvsagt, at Mentamálaráðið varðar av lærarunum og setir út í kortið leiðreglur fyri allar næmingar og lærarar í fólkaskúlanum.

Í hesum tíðum, við sparingum og rationaliseringum, hevði tað verið burturvið, at latið kommununum einar 3-400 milliónir til at byggja sær síni egnu smáu ‘mentamálaráð’, heldur enn at nýtt einar 10-15 milliónir at styrkja og menna bæði MMR og NÁM!

Er tað so, at løgtingið í dag ætlar at lata nakrar milliónir afturat til skúlaverkið? Lat okkum so taka væl móti hesum peningi, og lat Mentamálaráðið nýta milliónirnar at tryggja okkum, at sterku og framfýsnu starvsfólkini halda á og framhaldandi hjúkla um framtíðar Føroyar – heldur enn at kommunurnar fáa nøkur oyru til eyka umsiting.

Lærarar og leiðslur hava framman fyri sær tungar lønarsamráðingar, ið, í ávísan mun, fara at byggja á úrslitið, ið donsku starvsfelagarnir fáa burturúr.

Sjálvsagt byggir lønarsamráðingin á ynski um lønarhækking. Harafturat kann hugsast, at leiðslurnar bera fram ítøkiliga fráboðan, at nú skal munurin merkjast á skiparum og manning.

Tað kann væl vera, at høvuðsstaðarøkið hevur sínar møguleikar at tryggja næmingum góða skúlagongd, men í hesum føri er neyðugt at hugsa um allar Føroyar. Tað er alneyðugt at stuðla undir, at næmingurin í fólkaskúlanum – eisini uttan fyri høvuðsstaðarøkið - hevur møguleikar at menna seg.

Fyri hvørt kommunuval kann umboðanin broytast, og tá er alneyðugt, at skúlin í kommununi kennir seg tryggan, at bý- og bygdarráð hugsa um bæði klædning og innihald í skúlanum.

Eg eri samdur við Heðin Mortensen, at tvíbýti ofta er tungt og tvørligt. Eg skilji eisini ynski borgarstjórans at fevna um skúlan. Tórshavnar kommuna kann spenna seg út at bjóða fram skúlatilboð, ið bjóða øllum føroyskum næmingum at flyta til Havnar.

Men eg eri púra samdur við mentamálaráðharran, at júst skúlaøkið er ikki eitt tú leggur út til kommunurnar. Í hvussu er ikki soleiðis sum kommunurnar eru skipaðar nú. Fyri mær er rættasta loysnin, at kommunurnar samstarva so mikið, at lærarar og leiðslur altíð eru undir einum hatti.

Mentamálaráðið er júst umskipað, at skúlaleiðslurnar venda sær til tríggjar ymiskar deildir, í mun til skipanina við einari fólkaskúladeild. Fólkaskúladeildin hevði allar næmingar, allar lærarar og allar leiðslur í einum greiðum samstarvi, ið nú brádliga er býtt sundur í tríggjar deildir.

Vónandi verður tað so, at MMR sendir út greiðar fráboðanir um, hvussu skúlaøkið best nýtir nýggju skipanina, og vónandi verður tað eisini so, at landsins myndugleikar stuðla undir at raðfesta MMR og seta fleiri starvsfólk at tryggja okkum mennandi fólkaskúla.

Ynski mítt er, at Føroya Lærarafelag verður semjusøkjandi og samstarvandi at tryggja øllum, ið varða av næmingum og foreldrum, góðar og mennandi skúladagar.