Skúlin í Tórshavnar kommunu.

2012-11-06 22:43

Skúlaøkið er útbygt nógv hesi seinastu árini, so karmarnir eru sum heild í lagið. Haldi at tíðin er komin til at hyggja eftir innihaldinum. Kommunuskúlin hevur í ár royndarkoyrt eina fótbóltsbreyt, sum at síggja til, gongur væl. Haldi tí tað er ynskiligt at skúlin gerð fleiri tilboð til okkara skúlaungdóm!

Tað er bert hugflogið, sum setur mark fyri hvat fyri breytir vit kunnu bjóða okkara ungdómi, nevnast kunnu: KT-, innovation-, altjóða-, miðla-, natúr-, ítróttabreyt. Hugskoti er at blása nýggja orku í tey ofta skúlatroyttu tannáringarnar. Við at geva teimum møguleika at velja, eftir hvar tey eru í teirra lívið, motivera vit tey og geva teimum hugin aftur at ganga í skúla.


Komunalur fólkaskúli?

Ætlanin er at leggja fólkaskúlan undur kommunalan rakstur og eftirlit. Her eri eg eitt sindur ivasamur. Ikki vegna Tórshavnar kommunu, sum eg haldi er lutfalsliga væl fyri á skúlaøkinum. Men tað eru ikki allar kommunur, sum eru so væl fyri. Um vit ikki ansa væl eftir, so kunnu vit skjótt fáa A og B fólkaskúlar. Tað er sjálvandi ikki ynskiligt, og eg haldi vit missa so ótrúliga nógv, um hetta verður so.

Fólkaskúlin er nakað av tí mest grundleggjandi í einhvørjum samfelagið, vit ferðast øll somul gjøgnum fólkaskúlan í barnaárunum, vit hava børn gangandi har tá ið vit eru í bestu árum, og vit heinta ommu- og abbabørn tá ið vit verða eldri. Fólkaskúlin og barnagarðar, saman við foreldrum, leggur í okkum øll tey evnir og virðir, sum skulu verða grundarlagið í okkara lívi. Fólkaskúlin má hava eins rættindir, tilboð og skyldir til øll.


Frítíðarskúli.

Í øðrum norðurlondum er tilboð um frítíðarskúla frá 1. til og við 4. klassa. Aftur her eru vit eftirbátar. Vit hava bert 1 og 2 klassa, tó hevur Tórshavnar kommuna samtykt tilboð til 3 klassa eisini. Tað er gott, nú manglar bert 4 klassi, fyri at vit kunnu við okkara. Tað skal tí verða mítt mál, at tryggja frítíðarskúlan fyri 3. Klassa og arbeiða víðari fyri at fáa 4. Klassa við.

Um vit hugsa eitt sindur longri, so kundi kommunan farið í holt við, at fyrireika breytir til frítíðarskúlan eisini. So kundu vit longu her, bjóða børnunum breytir at ganga á. Vit vita øll somul at talentir sum Messi, Wozniacki og Mozart byrjaðu rættiliga týðiliga at granska og nýta sítt talent og at hetta fór fram í einum umhvørvið sum stuðlaði upp undur børnini.


Matskipan í skúlanum

Matskipan hevði verði ynskiligt! Tað stendur upp til einhvønn at verða við í slíkari skipan. Eg haldi tað verða av týdningi at børn, fáa sunnan og rættan kost. Hetta er ikki eitt skot til mammur og pápar, sum trúliga gera børnum sínum matpakka hvønn morgun. Men tað ein sannroynd, at munur er á matpakkum í skúlanum!

 

Kommunuskúlin.

Kommunu skúlin stendur sum ein skansi og blokkerar býin hjá okkum. Hetta er rættiliga sjónskt, tá ið koyrt verður omaneftir Hoydalsvegnum ella Varðagøtu. Villumsgøta endar í einum 12 metrar høgum veggi, sum lokar úti, alt ljós og allan hugna.

Eg ímyndi mær hvussu tað hevur sæð út í 1956 tá ið hesin – tá – veldigi skúli var bygdur og vígdur. Býarmyndin var ógvusliga broytt við hesum skúlanum. Tó at skúlin helst er byggilistarliga í lagið, so er støddarlutfallið fullkomiliga í ólagið. Nakað sum nýggi skúladepilin í Marknagilið.

Eg haldi at tíðin er komin til at ríva hann niður og byggja nýtt. Um tað skal verða skúli ella okkurt annað, havi eg mína meining um. Haldið tó at tað hevði verði skilagott, at útskriva eina heildarkapping, sum fevnir um fólkalívsfrøði, býarskipan og arkitektur. Endamálið skal verða at fáa lív og levnað í miðbýin aftur.

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldi