Skuldarfellan

2012-11-07 18:38

Tað er alt ov dýrt at seta búgv í Tórshavnar Kommunu! Líkamikið um tú velur at byggja, keypa ella leiga, so verður rokningin fyri bústaðin nógv tann tyngsti fíggjarposturin fyri húskið fleiri áratíggju fram í tíðina. 

Fíggjarligt trýst er ein beiskur biti fyri øll húski. Allur mótgangur verður tyngri at bera, og orkan til at hjúkla um heimið verður minni. 

Tíðin er komin, at alternativ bygging kann gerast ein veruleiki. 

Bústaðarpakkin hevur verið ein politisk kastibløka í áravís. Loksins er ein nýggjur tíðarhóskandi bústaðarpolitikkur orðaður og tann 26. oktober undirskrivaði landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Annika Olsen, bústaðarpolitikk landsins.

Heimildirnar hjá Føroya Bústaðarfelagið (fyrrverandi Húsalánsgrunninum) eru endiliga broyttar soleiðis, at Bústaðarfelagið kann veita fígging og útvega bústaðir. 

Tórshavnar Kommuna hevur heimild at byggja lutaíbúðir og leiguíbúðir til bústaðarendamál og fær endurrindað meginpartin av meirvirðisgjaldinum. Hetta fer at lækka bústaðarkostnaðin munandi.

Kommunan kann tískil stuðla við bygging og síðan selja fólki bíligar íbúðir. 

Fyri Fólkaflokkin ræður um, at fólk flest eiga sín egna bústað. Ta føroysku siðvenjuna vil Fólkaflokkurin fegin varðveita.

Eg vil arbeiða fyri at alternativ bústaðarbygging verður ein veruleiki ið tryggjar, at havnaborgarar kunnu seta búgv uttan at enda í skuldarfelluni. 

Sunniva Bjarnastein

Kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavn