Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skúlaheimið í Marknagili - Fyri tey fáu?

2019-10-18 21:50

Eftir at hava søkt inn til maskinmeistara á Vinnuháskúlanum, er næsta stig at finna sær eitt stað at búgva, helst í Tórshavn, men har tað fíggjarliga kann røkka. Fyrsta valið er sjálvandi skúlaheimið í Marknagil, men at fáa innivist har, er næstan ógjørligt.

Skúlaheimið í Marknagil kann hýsa uml. 50 næmingum, og er fyrst og fremst ætlað næmingum á Glasi. Tey, ið røkja skúlaheiminum, velja ein skúla framum aðrar. Glasir er føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1500 lesandi. 50 pláss á skúlaheiminum, og 1500 lesandi á Glasi vera tikin framum, áðrenn hinir skúlarnir vera taldir við!

Hetta er ein stórur trupulleiki, og tað er ikki rættvíst at man skal velja ein skúla framum ein annan. At raðfesta onkrar útbúgvingar framum aðrar er alt annað enn í lagið. Tað eru jú nógvir Suðuroyingar, Eysturoyingar og Norðoyingar ið søkja inn á Vinnuháskúlan.

Vit, ið hava verið í læru í 4 ár, og síðani vilja lesa víðari, hava ikki eitt nóg sterkt fíggjarligt støði, at vit bara uttan víðari kunnu leiga eini hús í Tórshavn. Man má vera fleiri um tað, og sjálvt tá, er trupulleikin ikki loystur. Man má jú fyrst finna eini hús.

At hava eitt skúlaheim og raðfesta næmingar frá einum skúla, framum ein annan, líkist ongum. Tí má okkurt gerast við hendan trupulleikan. Enn einaferð verður raðfestingin av teimun handaligu útbúgvingunum, og møguleikunum fyri víðari lesnaði, settar til síðis.