Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skjótar og virðiligar samráðingar

2021-09-01 22:30

Nú standa samráðingar fyri durum, og okkara vón skal vera, at hesar verða skjótt avgreiddar. At vit sleppu úr støðuni hesi seinastu árini, har drag er komið í samráðingarnar og tað meira er reglan enn undantakið, at starvsfólk arbeiða upp í eitt ár í sáttmálaloysi.

Vit ætla okkum at gera okkara, soleiðis at sáttmálin er avgreiddur 1. oktober, tá hann gongur út. Okkara áheitan á Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er, at tey eisini gera sítt.

Fyri okkara limir, ið starvast á umsorganar- og heilsuøkinum hava seinastu tvey árini verið heilt serlig, og einki mansbarn í Føroyum, ella fyri sovítt í vesturheiminum setur spurnartekin við týdningin av umsorganarstarvsfólki.

Vit fara tí til samráðingar við ynskjum, um at broyta tann søguliga lønarmun, ið okkara limir hava liðið undir alt ov leingi, at geva hesum kjarnustarvsfólki, virðilig kor.

Vit eru umleið 800 limir, heilsuhjálparar og hjálparfólk, ið allir hava umsorganarstørv. Fólk, ið hava staðið í fremstu røð, at verja okkara veiku og okkara gomlu, nú ein altjóða umfarssótt hevur herjað.

Hetta eru menniskju, ið hava noyðst at umlagt sær lívið í nógv størri mun enn restin av heiminum, fyri at tryggja tey menniskju, ið tey hava ábyrgd av.

Umsorganarstarvsfólk eiga at vera errin av hava tikið hesa ábyrgd á seg, nú samfelagið var í kreppu. Og bæði vit í fakfeløgunum og arbeiðsgevararnir eiga at vera errin av teimum, og løna teimum fyri hetta.

Umsorganarstarvsfólk hava tikið samfelagsábyrgd, hóast tað hevur verið strævið og slítandi. Tey hava víst samfelagssinni og tey hava verið okkara skansi, ið hevur tryggjað, at vit eru komin somikið væl gjøgnum hesa heilsukreppuna.

Fólk í umsorganarstørvum hava tað til felags, at tey enn eru láglønt ella lægri lønt enn onnur í líknandi størvum. Hetta hava arbeiðsgevararnir og vit nú ein søguligan møguleika at broyta.

Vit hava seinasta árið arbeitt málrættað fyri, at okkara limir sleppa at arbeiða fulla tíð. Heilsuhjálparar arbeiða í miðal 28 tímar um vikuna. Hetta merkir, at tey missa í miðal 8.000 kr. í inntøku hvønn mánað.

Umleið 800 av okkara limum røkja 508 ársverk. Hetta talar sítt greiða mál um, hvussu nógv arbeiða niðursetta tíð. Hetta ávirkar bæði inngjaldið í ALS og til eftirløn, og er sostatt ein trupulleiki, ið fylgir okkara limum alt lívið.

Tað tykist longu nú, sum arbeiðsgevararnir hava lurtað, og alsamt fleiri fulltíðarstørv verða lýst. Okkara vón er, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil raðfesta hetta í samráðingunum, soleiðis, at starvsfólk, ið longu arbeiða niðursetta tíð, eisini fáa møguleikan at arbeiða fulla tíð.

Nú ein lítil vika er, til fyrsta fundin, er okkara vón, at vit saman finna eina góða loysn fyri Føroyar, har vit tryggja støðuga tilgongd av starvsfólki til umsorganarøkið.

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya