Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skjót ongar rakettir, Jørgen - miss ikki svøvnin, Magni

2019-02-27 11:21

Eitt avgerandi tal í nýggjari kanning hjá spyr.fo er minst 30% við síðuna av


"Bæði Sjúrður og Magni falla", skrivaði Portalurin í gjár.

Yvirskriftin bygdi á eina veljarakanning hjá Spyr.fo um fólkatingsvalið. Hon vísti, at Fólka- og Sambandsflokkurin vinna, meðan Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin tapa.

Kanningin varð tikin í so stórum álvara, at umboð fyri allar stóru flokkarnar vórðu bidnir um at gera viðmerkingar.

Spyr.fo hevur - í ramasta álvara - brúkt desimalir fyri at kunna útnevna Sambandsflokkin til annan av vinnarunum, og Javnaðarflokkin til annan av taparunum: 22,65% til lista B - og 22,55% til lista C. Also 0,1% á muni.

Tjóðveldi stendur til at fáa 20,21% av atkvøðunum, og tí ger Portalurin hesa niðurstøðu: "Hinvegin tykist tað sum um, at Tjóðveldi ikki er við í stríðnum um fólkatingssessin á hesum sinni."

At spyr.fo og portal.fo gera so bombastiskar yvirskriftir og niðurstøður úr sínum tølum, er burtur úr vón og vit.

Og at fleiri politikarar tykjast taka undirhaldið í álvara, er pínligt.


Grundleggjandi skeivt

Spyr.fo byggir á eitt panel, har 5.000 fólk eru við. Tey hava sjálv teknað seg til. Tá so er, kemur sjálvandi ein álvarsamur feilur í. Tí tað er neyvan ein 100% umboðandi partur av fólkinum, sum meldar seg til eitt slíkt panel.

Hvat hesi fólkini halda kann sjálvandi geva ábendingar um eitt rák ella ein tendens. Men nakra álítandi mynd kann tað ikki geva.

Tað síggja vit best við at hyggja at hesi seinastu kanningini. Har siga 2,9% av teimum spurdu, at tey ikki fara á val. Valluttøkan á næsta fólkatingsvalið verður altso 97,1%. Tað verður ikki bara rekord í Føroya søgu - tað verður helst hægsta luttøka, sum nakrantíð hevur verið á nøkrum landsumfatandi vali í øllum heiminum.

Er tað álítandi? Nei. Er tað sannlíkt? Nei.

Seinast var luttøkan stór. Tá vóru umleið 65% á fólkatingsvali. Næstseinast vóru 60%. Kanska hon hækkar í ár - men upp um 70% kemur hon ikki.

Trúgva tey á Spyr.fo og Portal.fo veruliga, at luttøkan í ár verður 97,1%?

Sjálvandi gera tey ikki tað.

Tey vita, at hetta stóra og púra avgerandi talið er blóðskeivt.

Og tey vita, at tá hetta stóra talið er blóðskeivt, so eru hini smáu tølini sjálvandi eisini skeiv.

Kortini loyvir spyr.fo sær at siga, at "óvissan í kanningini er millum 0,9 og 3,8 prosentstig". Hvussu ólukkan kunnu tey siga tað, tá tey VITA, at eitt púra avgerandi tal er eini 30-40% við síðuna av?

Og hvussu ólukkan kann Portalurin - tá hann veit hetta - siga at "Tjóðveldi ikki er við í stríðnum um fólkatingssessin á hesum sinni", og at Javnaðarflokkurin fellur á fólkatingsvalinum, tí hann fær 0,1% færri atkvøður enn Sambandsflokkurin...

Sum sagt: Spyr.fo kann brúkast til at geva ábendingar um ein tendens.

Men at gera so greiðar niðurstøður, sum gjørt var í gjár, ber ikki til.

Kanska Fólkaflokkurin vinnur ein fólkatingssess - men Jørgen skal ongar rakettir skjóta orsaka av hesi kanningini. Og Magna Arge nýtist ikki at missa svøvnin.

Tað gera vit heldur ikki í Javnaðarflokkinum.