Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 15 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Skipanin við landstreymi á Vestaru Bryggju skal nútímansgerast

2020-05-06 22:56

 Trupulleikin við dálkandi og larmandi skipum skal loysast komandi árini, og ein liður í hesum er at nútíðargera landstreymskipanina á Vestaru Bryggju 

 

Motorarnir umborð á skipum, sum liggja við bryggju, eru bæði ein spurningur um larm og dálking. Málið hjá Tórshavnar kommunu er, at í framtíðini skulu øll skip, sum leggja at í havnum í høvuðsstaðnum, taka streym úr landi, og ljósmotorarnir verða sløktir.

 

Vinnunevndin hevur arbeitt við hesum máli, og vit hava samtykt at byrja við einum uppskoti um at endurnýggja landstreymskipanina á Vestaru Bryggju. Skipanin skal nútíðargerast og víðkast, so at fleiri skip kunnu fáa landstreym á hesum partinum av havnalagnum, har nógv bæði minni og størri før leggja at. 

 

Tað er torført at gera eina kostnaðarmeting av slíkum arbeiði, og tí hevur Vinnunevndin fylgt einum tilmæli frá havnarmeistaranum í Tórshavnar havn um at fáa til vega tvey vegleiðandi tilboð, sum skulu leggjast fyri vinnunevndina til støðutakan. 

 

Í dag ber til at veita 63 Ampere á trimum støðum, og 125 Ampere á einum staði. Við landingarmiðstøðina, Barðið, liggja skip javnan og landa, men har er einki streymúttak nærhendis, og tí er ætlanin at víðka skipanina, so landstreymur eisini fæst har. 

 

Við verandi skipan er torført – og í summum førum ógjørligt – at máta og halda skil á nýtsluni av landstreymi, serstakliga tá fleiri skip taka streym samstundis. Tí er tørvur á einari nútímans skipan, sum mátar og avroknar nýtsluna sjálvvirkandi, so hvørt nýtslan fer fram, og sum eisini forðar fyri óheimilaðari nýtslu. 

 

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndin

Tórshavnar býráð