Skeiðið er við at vera runnið og hvat er hent á sosiala økinum

2012-10-03 16:38

Skeiðið er við at vera runnið, og eri eg sum forkvinna í sosialu nevnd sera vælnøgd við tað, sum er komið burturúr á sosiala økinum. Eg vil gjarna nevna nøkur úrslit, sum eru komin burturúr hesi sløku fýra árini hetta býráðið hevur sitið.

Røktarheimið
Sum forkvinna í sosialu nevnd fegnist eg um, at eitt samt býráð valdi at raðfesta nýtt røktarheim frammalaga . Eitt samt býráð tók undir við at byggja nýtt røktarheim og vit kunnu gleðast um, at reisigildi var har í seinastu viku. Røktarheimið verður eftir ætlan liðugt í summar. Hetta er eitt heim, sum er innrættað við íbúðum, har búfólkini hava sína egnu privatu íbúð. Samstundis hava búfólkini møguleika at fara út í uppihaldsrúm, køk, venjingarhølið osv. Tað er soleiðis møguligt hjá einum pari at búgva saman á røktarheiminum, um tørvur er á tí. Somuleiðis, sum røktarheimið hevur bestu staðseting, ein kann hugsa sær. Hettar er eisini nýhugsan, at okkara eldru skulu vera í býnum og soleiðis vera har, sum lív er í . Har tey bæði skulu hoyra og síggja lívið.

Smæran við undirheitinum ven og virka
Vit hava júst opnað eina sera framkomna venjingarmiðstøð innan eldraøkið. Her verður arbeitt fyribyrgjandi, sum er gongda leiðin innan økið. Hetta er ein fysio- og ergoterapi miðstøð. Venjingarmiðstøðin er longu sera nógv vitja, har m.a. tey eldru eisini kunnu ganga til fimleik og uppvenjingar.

Nú eru fólk í ferð við at innrætta sunnaru helvt av hølunum í Smæruni. Har er meiningin at eldru kunnu hava ymiskan aktivitet innan øll økir, so sum sang, sjónleik, hugnakvøld, ítriv, fyrilestrar osv. Møguleikarnir eru rættuliga nógvir og einans hugflogið setir mørkini. Tað er meiningin, at tey eldru sjálvi skulu vera tann aktivi parturin og skipa fyri hesum.

Eldraráð
Eldraráð er sett á stovn og er hetta eitt stórt framstig innan økið. Hetta verður eitt ráðgevandi ráð hjá politikarunum, tá m.a. avgerðir innan eldraøkið skulu takast.

Frítíðarskúlin
Frítíðarskúlin virkar í sera góðum hølum og undir sera góðum umstøðum, beint við skúlan á Ziskatrø og Ósáskúlan.

Systkinnafrádráttur
Systkinnafrádrátturin kom í 2009. Foreldur sum hava fleiri børn á stovni gjalda 100 prosent fyri eitt barn, ímeðan gjaldið fyri onnur systkin er 80 prosent. Áður rindaðu foreldrini fult gjald fyri hvørt barnið, óansæð hvussu nógv børn tey høvdu á stovni.

Ung í arbeiði
Hetta býráðið hevur valt at raðfesta aktivering av skúlaungdómi í summarfrítíðini høgt. Hetta er eitt øki, sum er nógv meira neyðugt enn ein gevur sær far um til dagligt. Tað er umráðandi, at tey ungu sleppa til arbeiðis og eru virkin, serliga nú í hesum teldutíðum. Hettar ger eisini sítt til, at tey læra at verða góð við býin og seta prís uppá eitt hugnaligt umhvørvi.

Trivnaðarkanning
Tað er gjørd ein umfatandi trivnaðarkanning á barnaansingarøkinum. Hetta er av avgerandi týdningi fyri at trivnaðurin kann gerast enn betur á barnaansingarøkinum.

Sálarfrøðingur til socialu deild.
Sosialanevnd valdi at søkja eftir einum sálarfrøðingi til Klaksvíkar kommunu og er hesin settur í starv. Hetta var ein røtt avgerð og hevur riggað væl og er eitt stórt framstig fyri økið.

Kann nevna, at áðrenn starvssetanina bleiv nógvur peningur brúktur til at keypa sálarfrøði uttanífrá.

Sernám
Ein royndarskipan koyrir í løtuni viðv. Sernám.

Høvuðsuppgávan hjá Sernám er at veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kroppsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Arbeitt verður fyri at hendan royndarskipann skal halda fram.

Barnaverndarsamstarv
Kommunan hevur tikið upp samstarv við Hvannasunds- Viðareiðis- og Húsa kommunur innan barnaverndarøkið. Hetta sýnist at rigga væl.

Íbúðir til fólk við serligum tørvi
Landið skal byggja íbúðir á Brekku til fólk við serligum tørvi. Hetta verður gjørt í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu, har kommunan rindar fyri niðurtøku av gl. Læknahúsunum og ger økið byggibúgvið.

Kollegiubygging
Arbeiðsbólkur er niðursettur til at kanna tørvin á kømrum til lesandi og finna útav hvar og hvussu skal byggjast. Vit hava fleiri lærustovnar í býnum , so sum Trygdarmiðstøð, Tekniska skúla, HF-skeið, Matvøruútbúgving og Sjómansskúla. Kommunan er noydd til at fara inn her og byggja íbúðir/kømur soleiðis, at tey lesandi kunnu búgva her og hava tað gott og trívast í býnum.

Niðurstøða
Her eru nevnd nøkur ting á sosiala økinum, sum eru blivin til veruleika undir hesum býráðnum, og hava hesi sera stóran týdning fyri kommununa. Skal skunda mær at siga, at tað er ein heilt einastandandi uppbakningur, sum sosiala økið hevur fingið frá øllum býráðslimum. Tað er stuttligt og hugaligt at arbeiða saman við slíkum fólki, sum hava raðfest hetta økið so frammalaga.

Tað eru sjálvandi aðrar verkætlanir á sosiala økinum, sum tað verður arbeitt við, men tað verður tó ikki umrøtt í hesum umfarinum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Sosialu nevnd