Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

2019-08-13 22:15

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin.

Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til

okkurt skilagott. Fram komu fleiri uppskot eitt nú til bakkaverju fyri formminnini í Kirjubø og til eitt 35.000 m2 stórt vinnuøkið norðanfyri Gomlurætt. Hetta uppskotið fór kommunan undir at arbeiða við.

Men 16.mai fingu vit býráðslimir kunning frá tekniska stjóranum, at Tórshavnar kommuna sleppir ætlanunum um vinnuøki, tí samráðingarnar bóru ikki á mál. Tunnilsfelagið bjóðar seg tó til, at finna aðra loysn fyri grótinum, t.d. at gera grótgoymslu.

Tað er paradoksalt, at hinumegin oynna brúkar kommunan milliónir og aftur milliónir at bumba Glyvursnes fyri at fáa grót til havnaútbyggingina ímeðan fyri vestan, so takkar sama kommuna nei til grót, dýrabart grót!

Nú meirlutin ikki finnir eina loysn, at loysa málið, so kundu tey bjóðað til samstarv við okkum. Málið varð lukkað við einum telduposti uttan møguleika at viðgera aðrar loysnir fyri vinnuøki. Heldur ikki er møguleikin at goyma grótið í einari grótgoymslu nógv væl viðgjørdur politiskt í vinnunevndini.

Hetta vildu vit ikki lata standa til á býráðsfundi 20.mai og tí bað Tróndur Sigurdson um at fáa málið aftur á skrá og beint aftur í vinnunevndina. Hetta fyri at málið kundi fáa betri politiska viðgerð so ein betri loysn kundi finnast. Men málið fall 6 ímóti 7 atkvøðum. Tað var eingin vilji at finna eina skilagóða og betri umhvørvisliga loysn.

Nú verður so farið undir stóra arbeiðið, at koyra grótið niðan í hagan, har tað skal verða bøur.

Hettar fer at broyta landskapið sera nógv og Velbastaður verður ongantíð hin sama aftur at líta á.

- Tað lysti meg at vita, eitt nú hvussu nógv olja og co2 útlát kundi verið spart, um grótið varð flutt stytstu leið!

Hettar er tað ringasta, ið kundi henda.

Vinnan í Tórshavnar kommunu skríggjar eftir vinnustykkum og hettar økið, hevði verið serliga gott eitt nú hjá maritimu ferðavinnuni, sum fyri ein part nú heldur til á Sundi millum tungolju, Asfaltsverk og aðari tungari vinnu. Grót er eitt nógv eftirspurt tilfeingið, ið leypandi verður brúkt til vegir, planeringar og annað, tí átti ein grótgoymsla eisini verið ein góð og framtíðarskygd loysn.

Sum andstøðupolitikari, siti eg við beiskum smakki í munninum, tí hettar er tann ringasta loysnin. Meirlutin ræður og hesin meirlutin finnir ikki loysnir, so tað rætta verður framt í Tórshavnar kommunu.

Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksins til løgtingsvalið og

limur í vinnunevndini og byggi og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð

Les fleiri greinar her https://bjorgdam.blogspot.com

http://kvf.fo/greinar/2019/08/12/grot-ur-undirsjovartunli-verdur-til-bo