Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skálafjørður og Funningsfjørður

2019-04-30 15:38

Inni í Firði

MILLUM FJARÐA: Økið millum Fjarða er millum tveir firðir og millum tvær bygdir. Firðirnir eita Skálafjørður og Funningsfjørður. Bygdirnar eita eisini Skálafjørður og Funningsfjørður!

Sum føroysklærari og málhugaður havi eg helst altíð vitað, at hasar báðar innastu bygdirnar eita Skálafjørður og Funningsfjørður.

ORÐABÓKIN og ATLASIÐ: Sprota vit staðanøvnini, Skálafjørður og Funningsfjørður, so sigur orðabókin í báðum førum, at talan er um bygdir í Eysturoynni!

Hyggja vit í heimsatlasið, so síggja vit, at bygdirnar eita Skálafjørður og Funningsfjørður (ikki botnur)!

SKELTINI. Á skeltunum hevur staðið SKÁLAFJØRÐUR, til nú fyri stuttum, tá ein staðanavnanevnd fekk bygdarnavnið broytt til SKÁLABOTN!? Hetta varð vist gjørt uttan at spyrja bygdarfólkið (skálfirðingar). Sera løgin mannagongd!

BYGDARFÓLKIÐ/ATKVØÐAN: Á fólkaatkvøðu segði bygdarfólkið í Skálafrði við greiðum meiriluta (um tveir triðingar), at teirra bygd eitur Skálafjørður. Eg giti, at upprunafólkið man siga Skálafjørður, meðan tilflytarar kanska siga Skálabotnur!

FUNNINGSFJØRÐUR: Skal skilvísi vera í, so mugu skeltini í Funningsfirði eisini broytast til Funningsbotn!

Annars siga elduvíkingar, at teir fara inn í Fjørð (Funningsfjørð). Tað sama munnu funningsfólk gera.

INNI Í FIRÐI: Í Kollafirði verður eisini farið inn í Fjørð (Inni í Firði), ikki Botn!

FJØLDIN: Løgið, at fjøldin, sum helst ikki er staðkend, sigur Skálabotnur og Funningsbotnur. Munnu líka nógv siga Funningsbotnur sum Skálabotnur?

KALDBAKSBOTNUR: Í skúlunum lærdu vit, at botnur var har, sum jarðfrøðiliga høgt var uppfyri inn frá sjónum.

Blíðan byr, skálfirðingar og funningsfirðingar! 

Við fjarðakvøðu

Eyðun á Borg