Skal eg lova tað?

2012-10-29 05:15

Tú kanst verða vald upp á tað, sum tú lovar – men afturvald upp á tað tú hevur gjørt !

Tað er altíð ein avbjóðing at lata seg stilla upp aftur til eitt kommunuval, - havandi orðini omanfyri í huga. Havi sjálv havt tann spennandi møguleikan at verið limur í Tórshavnar Býráði seinastu fýra árini, - sum hava verið eitt sera spennandi tíðarskeið hjá býnum – og hjá mær. Viðgangi blankt, at eg ikki havi tann mest sjónligi av býráðslimunum, og havi nokk gloymt at fara út at varpa ljós á mín leiklut í hesum spennandi arbeiði, so sum árini eru gingin. Býráðsarbeiðið er krevjandi bæði so og so. Onkur tíðarskeið hava mítt vanliga arbeiði, mín eftirútbúgving og privatlívið havt tørv á hægri raðfesting og hava tá onnur í flokkinum fingið høvi til at sleppa framat. Men ta tíðina eg havi havt sæti, havi eg lagt doyðin á at gera eitt dygdargott arbeiði fyri býin, og avrikini í hesi samgonguni hjá okkum í felag tala fyri seg.

Kanska var tað ikki tað mest nærliggjandi, at eg sum kvinna við sjúkrarøktarfakligari bakgrund skuldi hava eina av høvuðsuppgávunum í havnanevndini....... men hetta hevur verið stak áhugavert arbeiði við nógvum týðandi avgerðum tiknum, sum taka atliti til havnirnar í Tórshavnar kommunu sum portur til býin og sum hava stórar uppgávur í sambandi við arbeiði í býnum, tá vit hugsa um størri skip og flutning – og so trivnaðin í býnum, tá vit tosa um smábátar og útróður.

Framtíðin fer nokk at hava fleiri arbeiðspláss við sær á havnalagnum, fleiri bátabrúgvar til smábátarnar og møguliga fleiri nátungar á sølutorginum í Vágsbotni. Eg kann í øllum førum lova, at mín leiklutur skal ikki liggja eftir, at skapa áhaldandi framburð í býnum, um tú gevur mær høvi at mynda býráðið komandi fýra árini.

Um tað so eru havnirnar í Havn ella bara Havn, so er kósin sett og væl stungið út í kortið seinastu vælskeiðini við Javnaðarflokkinum á odda. Við at velja Lista C til býráðsvalið tryggjar tú at kósin verður hildin og við at velja meg tryggjar tú at arbeitt verður fyri hesum.

Maria Hammer Olsen

Býráðslimur og valevni til býráðsvalið í Havn.