Sjúrður, fleirmælti tungutalarin - aftursvar!

2019-02-13 05:18

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, leggur Fólkaflokkin undir at tosa við tveimum tungum, men hann er nokk tann einasti í Føroyum, ið dugir at tosa við trimum ella fýra tungum!

Hetta er greinin, “Fólkafloksins logikkur – latið okkum dálka í felag”, enn eitt gott dømi um.

Sjúrður Skaale dugir ómetaliga væl at skriva, men hann nevnir ikki við einum orði, hvussu vit lækka CO2 útlátið. Tað er tað sama politiska sjabbi: "Antin taka vit ábyrgd í felag – ella dálka vit í felag."

Hetta er jú tað, javnaðarflokkurin hevur gjørt seinastu 4 árini. Tey tosa grønt, men handla kolasvart - tað er fakta!

Fiskiflotin stendur fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum. Skulu "vit taka ábyrgd í felag", sum Sjúrður sigur, ja, mugu vit seta inn, har dálkingin er størst. Og tað er í fiskiflotanum.

Men ístaðin fyri at koma við einum konkretum dømi um, hvussu vit kunnu taka felagsábyrgd, vendir fleirmælti tungutalarin kanónini móti fólkaflokkinum.

Flott, Sjúrður, heilt ótrúliga flott. Tú vísir sanniliga felagsábyrgd!

Fólkaflokkurin er ikki bara einasti flokkurin, ið hevur víst á hetta, men vit eru einasti flokku, ið hevur eitt ítøkiligt uppskot.

Gera reiðaríir íløgur í nýggj skip, rinda tey ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturgoldið.

Tað er konkret. Tað er nakað, tú kanst fyrihalda teg til. Og um tú veruliga vil umhvørvinum væl, mugu vit gera okkurt við fiskiflotan, tí hann stendur fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum!

Tað er tað, fólkaflokkurin leggur upp til, og tað er ikki bara besti, men eisini einast mátin, vit náa málinum um einar grønar Føroyar!

Hanus Samró

Fólkaflokkurin