Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjálvandi er FSF politiskt

2021-04-23 13:53

Fótbóltur hevur altíð verið politiskur.

Seinastu tíðina hava vit sæð flest allar leikarar leggja seg á knæ áðrenn dyst fyri at stuðla BLM (Black Lives Matter) rørsluni. Vit hava eisini sæð Marcus Rashford (spælir fyri Manchester United og Ongland) stríðast fyri, at allir bretskir skúlanæmingar skulu fáa eina máltíð um dagin frá skúlanum, eisini í feriutíð.

Vit síggja eisini afturvendandi tiltøk, har leikarar bera frámerki, ið stuðla ávísum bólkum ella søkum, sum t.d. ensku leikararnar, ið bera eina dreymasólju fyri at minnast falnar hermenn.

Hvørt sær, eru hesi øll týðandi mál, ið flestu av okkum taka undir við. Men, onkur kunnu eisini vera spjaðandi, sum t.d. bretsku dreymasóljurnar, har ikki øll taka undir við at heiðra hermegi.

Fyrr í vikuni hoyrdu vit so eisini forsetan í FSF taka frástøðu frá vantandi samhaldsfesti (solidariteti) frá teimum 12 stórfeløgunum, ið høvdu ætlanir um at stovna sína egnu fótbóltskapping.

Lukkutíð, er henda ætlan kollsigld, í øllum førum fyribils; men um tað so var politiska trýstið úr Gundadali ella karráar fíggjarligar metingar í stórfeløgunum, ið steðgaðu ætlanini, kunnu vit so bara gita um.

Men, líkamikið hvør orsøkin var til, at feløgini sleptu ætlanunum, so var hetta politikkur.

Tí er tað eisini politikkur, tá FSF velur at nokta dómara at vísa sína meining.

Og tað er, heilt avgjørt, eisini politikkur, tá talan er um nokta dómara og spælarum at bera ælabogalitt armbond, við tí grundgeving, at fótbóltur ikki er politiskur, samstundis sum kappingarnar í londum, vit vanliga samanbera okkum við, koyra beinleiðis átøk við ælabogalittum pløggum, sum t.d. bretska “Rainbow laces” og danska “Husk dit regnbue-anførerbind”.

So jú, sjálvandi er FSF politiskt, og tí er tað eisini serliga hugstoytt, at FSF, hvørs forseti júst hevur gramt seg um vantandi samhaldsfesti í pørtum av fótbóltsheiminum, nú ger tað týðiligt, at samhaldsfestiskenslan í felagsskapinum er avmarkað til egnan fíggjarligan áhuga.

Tí átti FSF, heldur enn at “spæla” uttanveltað, at gjørt sum onnur sersambond rundanum okkum, og víst veruligt samhaldsfesti, við at stuðla minnilutabólkum og teirra krøvum um javnbjóðis rættindi.

Hans Jacob Thomsen