Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

SHELL saðlar um frá olju og til vetni

2021-02-04 16:33

 

“If we had a hydrogen economy worldwide, every nation on earth could create its own energy source to support its economy, and the threat of war over diminishing resources would just evaporate.” Dennis Weaver.

Meðan neoliberalu knokkhøvdini í landsins leiðslu rysta í brókum og spyrja hvørjum vit skulu liva av, vísa framkomin samfeløg og stórfyritøkur kring okkum hvør framtíðin verður og...hvør treytin verður til at fáa til høldar tað vit og eftirkomar skulu liva av.

Royal Dutch Shell hevur í fleiri áratíggju havt egnu granskingardeil nevnd Shell Hydrogen, og boðar felagið nú frá, at teir leggja seg eftir einari eyðsýnligari skjótari øking og vøkstri innan efturspurning eftir hydrogen, ella vetni, sum tað nevnist á føroyskum. Felagið miðar eftur at leggja seg millum framleiðarar av varandi orku og brúkarnar. Og tað er rættuliga snilt hugsað, tí ikki ber til at fevna um alt í einum.

Leiðslan í Royal Dutch Shell heldur ætlan sína loyniliga inntil 11.februar har teir vilja koma við almennari fráboðan.

Oljuframleiðsluna halda teir áfram við í skiftinum til grønu og varandi orkuna, og vilja sum frá líður hava trí megin orku-veitanarøki: Vetni, bio-brennievni og náttúrugass.

Sum Dennis Weaver, sáli, málber seg: Um vit høvdu ein heimsfevnandi vetnisbúskap, kundi einhvør tjó í heiminum sett í verk egnu orkuframleislu sum stuðul til búskapin, og hóttanir um kríggj orsaka minkandi fossila orku, vildu hvørva sum døgg fyri sólina.

Og just tað er onnur orsøkin at fossilu knokkarnir hvørki eru til at høgga ella stinga í. Kríggj og innrásir í londum har olja er at finna, hevur verið megin orsøkin hjá NATO og USA at bumba frá hond.

Eg fari at takka Oljan.fo fyri gott áræðið og nógvar áhugaverdar greinar um oljuídnaðin, og eisini góðar greinar um varandi orku, og ynskja honum og landsins kosnu fossilum vælkomnar inn í nýggju grønu øldina.

Kári Thomsen