Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Seyðalundir, ORKA, stjørnutroyggjur, glasfuglar, nummarplátutaskur, Veiðavind, grottokonsertir......

2012-10-18 04:07

Hvat hava hesi til felags?

- Hettar er føroyskar vørur, sum eru tilvirkaðar av bóndum, tónleikarum, sniðgevum, rithøvundum, listarfólkum, handverkarum, skiparum, kokkum og øðrum føroyingum við hugflogi, dirvi og áræði.

Tá vit hoyra um tilfeingi, so er tað aloftast fiskur ið umræður. Hvussu er við øllum hinum tilfeinginum vit eiga - seyður, handverk, listarfólk, tónleikur, mál, avgrøði, neyt, osf. Hvør talar fyri og verjir tey í politiska rúminum?

Tórshavnar kommuna eigur serliga nógv kreativ og virkisfús fólk, og tey skula vit fjálga um, ráðgeva og menna. Við einari støðugt vaksandi ferðavinnu, veksur marknaðurin fyri føroyskum vørum eisini. Tí eigur kommunan at fáa vinnudeildina upp at koyra beinanvegin, og fara ígongd við ein menningarætlan fyri ferðavinnu og føroyskt tilfeingi, rávøru og íverksetan.

Sum eg havi skrivað áður í greinini " Teknisk forðing ímóti føroyskari matmentan, burtur nú!" so er tað átrokandi, at lógarverkið innan matvøruframleiðslu verður tilpassað føroyskum viðurskiftum, so vit fáa gagnnýtt og selt kjøt og úrdráttir. Les hesa og fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com

Eg vil fegin í býráðið at verja, menna og umboða føroyskt tilfeingið.

Bjørg Dam

Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu.