Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Setrið tænir øllum samfelagnum

2022-07-04 09:54

Kanningar vísa, at gravgangurin eftir útbúnum fólki frá Fróðskaparsetri Føroya er stórur, og hesi útbúnu fólkini eru til stórt gagn hjá bæði tí almenna og privata geiranum í Føroyum

Á einum og hvørjum universiteti er prógvhandanin altíð ein serlig løta. Men hátíðardámurin til prógvhandanina hjá Fróðskaparsetri Føroya fríggjadagin 24. juni kendist sterkari enn vanligt, og ikki bert tí, at hetta var fyrsta felags prógvhandanin fyri alt Setrið í mínari tíð sum rektari - vegna koronu.

Sjálvandi vóru tey lesandi ómetaliga vøkur í sínum føroyskum klæðum, og vakra Norðurlandahúsið var á tremur við fegnum skyldfólki og vinum, sum øll vóru so errin, nú prógv skuldi fáast fyri gott avrik. Dagurin var eyka sermerktur, tí met varð sett hendan dagin: Ongantíð áður hava so mong staðið prógv frá Setrinum sum hetta seinasta lestrarárið.

Men tað týdningarmesta við hesum er helst, at Føroyar hava so ovurhondsstóran tørv á hesum útbúnu fólkunum, skal samfelagið og búskapurin virka væl. Gravgangurin eftir teimum á arbeiðsmarknaðinum er eisini stórur.

Tey seinastu árini hava vit gjørt kanningar av, hvat okkara lesandi gera, tá eitt ár er liðið síðani prógvhandanina. Tær vísa, at næstan øll somul – og her meini eg umleið 99 prosent – annaðhvørt arbeiða ella lesa víðari her á Setrinum ella aðrastaðni. Nógv tann størsti parturin av teimum, sum arbeiða, hava størv, sum krevja, at tey hava universitetsútbúgving.

Í øllum okkara virki sum setur, siga vit, at vit eru her fyri at tæna búskaparligu og sosialu tørvunum í Føroyum, og tað gera vit av sonnum eisini. Men vit vilja fegin bæði gera meira av tí og verða dugnaligari til tað, og tað krevur, at okkara Fróðskaparsetur ikki bara heldur fram á tí vakstrar- og menningarleið, sum vit hava verið á seinastu árini, men í roynd og veru, at størri ferð kemur á vøksturin og menningina.

Vit hava nýliga tikið nøkur týdningarmikil menningarfet. Í ár fingu vit váttan frá danska Løgmálaráðnum um, at tey, sum fáa prógv frá okkum í løgfrøði, kunnu virka sum løgfrøðingar í øllum ríkinum. Hendan viðurkenningin kom eftir, at løgfrøðideildin á Keypmannahavnar Universiteti hevði gjørt eina meting av okkara útbúgving. Í sama viðfangi var danska Útbúgvingar- og granskingarstýrið á Fróðskaparsetrinum, har tey rannsakaðu okkara góðskuskipan, sum er í menning. Niðurstøðan var, at tey hava álit á, at okkara skipan er skikkað til at tryggja og styrkja góðskuna í løgfrøðiútbúgvingini og í øllum hinum útbúgvingunum á Setrinum. Hetta er sanniliga til stóra stimbran fyri øll okkara starvsfólk og lesandi og eitt alneyðugt stig fyri okkara Setur og Føroyar.

Í ár hava vit eisini eftir áheitan frá landsstýrinum næstan tvífaldað upptøkuna av lesandi í sjúkrarøktarfrøði fyri at nøkta tann vaksandi tørvin í heilsuverkinum komandi árini. Næsta ár vænta vit at fáa somu áheitan um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, og vit eru til reiðar til tað.

Vit eru sera tilvitað um okkara stóru ábyrgd at útbúgva serkøn fólk, sum almenni geirin í Føroyum hevur so stóran tørv á, og ta skyldina útinna vit við eldhuga. Her er talan um lærarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og embætisfólk til lands- og kommunalfyrisitingar o.o. Føroya landsstýrið og samfelagið annars krevja tað av okkum og geva okkum fígging til tað, og tey størv, sum hesi fólkini útinna eftir loknan lestur, hava ómetaliga stóran týdning fyri okkum øll somul. Men vit eru eisini sera tilvitað um teir tørvir, sum privati geirin hevur, hóast játtanin til tað ikki hevur verið so stór. Og hetta tilvitið um tørvin á universitetsútbúnari arbeiðsmegi til privata geiran veksur alsamt.

Tak til dømis KT-útbúgvingina. Har hava vit havt almenna fígging til hálvtfimta starvsfólk, umframt nøkur onnur, eisini frá tí privata, sum hava undirvíst fyri tímaløn, og hetta hevur verið grundarlagið undir eini bachelorútbúgving við upptøku einans annaðhvørt ár. Út frá hesum verður okkara ”framleiðsla” av KT-fólki altíð minni enn til dømis av lærarum, har starvsfólkatalið er størri, og upptøka av lesandi er hvørt ár. Í ár fingu seks KT-verkfrøðingar bachelorprógv frá Setrinum, men her skal ein hava í huga, at eingin upptøka av fyrstaárslesandi var í 2019, sum annars hevði givið stórt tal av útbúnum í ár, tí ein bachelorútbúgving tekur trý ár.

Men hetta broytist nú. Í samstarvi við arbeiðsgevararnar í KT-felagnum og við bakstøði í arbeiðinum hjá KT-bólkinum í vakstrarforum hjá løgmanni hava vit fingið fígging til at styrkja munandi um KT-úbúgvingarnar á Setrinum. Vit kunnu nú økja um starvsfólkatalið á KT-økinum, hava árliga upptøku til bachelorútbúgvingina í KT-verkfrøði, umframt at stovnseta eina masterútbúgving í KT, somuleiðis við árligari upptøku. Masterútbúgvingin byrjar í 2023. Í løtuni arbeiða vit hart fyri at seta serfrøðingar í starv, eisini úr útlondum, sum skulu hjálpa okkum við hesum útbúgvingunum og við at útbúgva fleiri KT-fólk.

Føroyum tørvar eisini verkfrøðingar á so mongum økjum. Eftir góðkenning frá Mentamálaráðnum fór Setrið undir at veita eina nýggja bachelorútbúgving í verkfrøði í 2021. Starvsfólkini til ta útbúgvingina eru fá í tali, og vit mugu styrkja hópin komandi árini.

Her er eisini upptøka annaðhvørt ár til at byrja við. Útbúgvingin er soleiðis háttað, at tey lesandi á seinasta ári velja millum tríggjar leiðir, har tey hava skeið, starvslæring og skriva høvuðsritgerð í byggiverkfrøði, el-verkfrøði ella orkuverkfrøði. Øll hesi trý økini hava alstóran týdning í einum nútímans samfelagi, har burðardygd í byggiverkfrøði, orkuveiting og orkunýtslu er eitt krav.

Eisini hava vit eina bachelorútbúgving í lívfrøði, somuleiðis við einum lítlum starvsfólkabólki og upptøku annaðhvørt ár (aftur her: eingin upptøka var í 2019, og tí var heldur eingin stór prógvhandan hjá teimum í ár). Hesir útbúnu bachelorar arbeiða til dømis í ali- og fiskivinnuni, eins og tey halda fram við hægri lestri uttanlands. Vit vilja sera fegin sleppa at víðka um hetta økið, m.a. við eini masterútbúgving, so okkara lesandi kunnu halda fram her í Føroyum heldur enn at noyðast av landinum. Men sjálvandi ber hetta ikki til uttan størri fígging.

Eitt annað, sum eg havi hug at nevna, eru mongu og sera góðu granskingarførleikarnir á ali- og fiskivinnuøkinum í Føroyum. Men hesir eru í heilt stóran mun savnaðir uttan fyri Fróðskaparsetrið, á øðrum stovnum, og hendan granskingarserfrøðin fæst í løtuni ikki so nógv við at útbúgva næsta ættarlið av vísindafólki. Persónliga hugsi eg ofta, um hetta er tann rætti ella besti mátin at skipa hesi viðurskifti, serliga tá vit eru so smá og noyðast at gagnnýta ta orku, sum er tøk, eftir besta førimuni. At umhugsa hetta kann hjálpa okkum til at gerast stinnari til at nøkta útbúgvingar- og granskingartørvirnar, sum skulu til fyri at tryggja burðardygga búskaparliga menning í Føroyum á leiðini fram.

Annars eru vit sera fegin um úrslitagóða granskingarsamstarvið við Bakkafrost hesi seinastu trý árini, og vit royna at leingja og víðka um hetta arbeiðið og ætla at stovna eina miðstøð fyri hav-simulatión, sum hevur til endamáls at stuðla upp undir burðardygga gagnnýtslu av sjótilfeingi Føroya.

Og í fjør fóru vit undir eina nýggja parttíðar masterútbúgving í leiðslu og skipan, har fólk úr almenna og privata geiranum skulu læra saman og av hvør øðrum. Áhaldandi menningin av Føroyum krevur jú sum heild góða leiðslu á øllum stigum og nógv samstarv millum geirarnar, og at partarnir skilja hvør annan væl og virðiliga.

Fyri meg er eitt tað besta við Føroyum, at fólk hava so stóran áhuga fyri, hvat Fróðskaparsetrið fæst við. Vit eru javnan í tíðindunum og í almenna orðaskiftinum, og mong hava meiningar um, hvat vit gera, hvussu vit gera tað, og hvat vit eiga at gera øðrvísi ella betur. Vit taka væl ímóti hesum og eru opin fyri afturljóði og eisini atfinningum. Vit vilja altíð royna at svara, tí tað er ein tann besti mátin, sum vit kunnu royna bæði at bøta um fatanina av støðuni hjá Setrinum og menningini av tí, og eisini hvat vit fáast við, og hvussu vit mennast.

Okkara Setur er partur av einum vaksandi netverki av smáum universitetum, sum kallast Network of Universities of Small Countries and Territories. Har hittast vit og skifta orð við onnur universitet, sum í stóran mun eru í somu støðu og hava somu avbjóðingar sum vit.

At vera partur av hesum samstarvi ger einum greitt, hvussu týdningarmikil universitet eru fyri smá samfeløg, og hvussu alneyðugur teirra leiklutur á so mangan hátt er fyri framtíðina hjá teimum.

Fleiri av londunum í hesum samstarvi hava - eins og vit sjálv – stóra ábyrgd av at menna og stuðla upp undir sítt tjóðarmál. Ein stór avbjóðing í Føroyum er menning av máltøkni, sum sambært serfrøðini er so umráðandi, at uttan hana fara mál at fara fyri bakka. Hetta er enn ein setningur hjá Setrinum, har vit royna at finna orku til ein depil fyri mál og tøkni, sum sjálvandi skal staðsetast á Føroyamálsdeildini. Vit eiga ung og ágrýtin fólk, sum saman við eldri og vísum fólkum hava serfrøðina at gera hetta. Vit vilja leggja nógv fyri at fáa hetta gjørt, tí tað er so alneyðugt!

Her í Føroyum fara vit ongantíð at hava meira enn eitt universitet. Okkara Setur. Kunnu vit sum samfelag samstarva um at stuðla framhaldandi vøkstri og menning av Setrinum, so fara Føroyar at fáa tað universitet, sum landinum tørvar og hevur uppiborið. Hetta vil grundleggjandi økja um okkara førleikar at samstarva tvørtur um allar geirar – almennar, privatar og sjálvbodnar – og lyfta mongu avbjóðingarnar í komandi tíðum, bæði búskaparligar, sosialar, mentanarligar og umhvørvisligar.