Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

SETRIÐ SKAL BLÓMA!

2019-08-02 12:36

Fróðskaparsetur Føroya skal møta størri virðing í politisku skipanini. Fróðskaparsetur Føroya sum vitanardepil í Føroyum hevur stóran týdning fyri samfelagið. Tað eru eisini alsamt fleiri, ið vilja lesa í Føroyum, og hesa gongdina skulu vit gera alt fyri at varðveita.


Samgongan hevur gjørt summar batar fyri lesandi á hægri lesnaði. Studningurin er øktur við 500kr, umframt at st udningur nú verður veittur allar 12 mánaðirnar í árinum, og ikki bert teir 11, sum tað var frammanundan. Hetta hevur gjørt stóran mun hjá lesandi Setrið hevur eisini fingið størri játtan, men hendan játtanin er bara als ikki nóg stór í mun til framtíðar málini fyri hægri lesnað í Føroyum og tann stóra hækkanin av lesandi á Setrinum seinnu árini. Ein stórur trupulleiki er eisini, at granskarar á Setrinum undirvísa ov nógv, og tískil røkkur tíðil ikki til at granska. Í dag eigur tað at vera soleiðis, at vísindastarvsfólk granska helvtina av tíðini og undirvísa helvtina. Hetta er tó ikki veruleikin í løtuni. Tí skal starvsfólkatalið á Setrinum hækka fyri at fylgja 50/50 býtinum.

Skulu nýggjar útbúgvingar setast á stovn í Føroyum, so skal fígging eisini fylgja við. At útbúgva føroyska fólkið í føroyskum viðurskiftum til føroyska samfelagið hevur stóran týdning. Tí má Fróðskaparsetur Føroya ongantíð takast sum ein sjálvfylgja.

Ein annað týdningarmikið mál fyri at skapa størri trivna í Føroyum er at byggja fleiri íbúðir. Ein bólkur av fólki, sum tørva íbúðir, eru lesandi og lærlingar. Eg meti at tað er ein rættur hjá fólki at hava ein góðan bústað, og tí skal landi heimila Bústaðir fleiri pengar til leigubústaðir. Somuleiðis eiga kommunurnar at fáa loyvi at byggja leigubústaðir. Eisini er býlisstuðul ein møguleiki fyri at skapa størri javna millum fólki í Føroyum. Fleiri bústaðir skapa størri trivna í Føroyum.

Eitt savnað Fróðskaparsetur hevur stóran týdning fyri trivnaðin og kensluna hjá teimum lesandi, tí er tað umráðandi, at tilgongdin fer í gongd sum skjótast.

Verði eg vald í Løgtingið, so fari eg at arbeiða fyri:
- at játtanin til Fróðskaparsetrið verður hækkað munandi
- at peningur verður lagdur av til Campus-ætlanina, so at Fróðskaparsetrið verður savnað.
- at studningurin til hægri lesandi verður hækkaður.
- At fleiri íbúðir verða bygdar til lesandi og lærlingar.