Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Satsa uppá at fyribyrgja vælferðarsjúkur fyri at minka um útreiðslurnar á heilsuøkinum

2021-05-04 18:43

Tað einasta sum kann tálma útreiðslunum á heilsu -og almanna økinum er at seta massivt inn til fyribyrging av vælferðarsjúkum. Tí við einum skipaðum tilboði til fyribyrging (screening, upplysing og heilsufremjan) kunnu nógv sleppa undan at gerast sjúk.

Nógvir serfrøðingar úttala seg í hesum døgum um ovurstóru avbjóðingarnar ið longu eru og verða við skjótt-vaksandi útreiðslum og manglandi starvsfólki til almanna- heilsu og eldraøkið.

Í TK hava vit júst fingið framløgu frá Hera á Rògva og frá embætisfólki, sum við nógvum tølum og greiningum vístu á vaksandi útreiðslur og ovurstóru rekrutterings-avbjóðingina til eldra- og dagstovnaøkið.

Og í úf í kvøld var tað sum altíð sera áhugavert at hoyra tankarnar hjá Marner Fríðheim Kristiansen (formanni í Felagnum fyri yngri læknar) um, hvussu vit kunnu skipa eitt nógv betri heilsuverk. M.a við at fáa ein part av læknaútbúgvingini til Føroya og sjálv taka okkum av fleiri serviðgerðum.

Tað er ongin ivi um at hesi tilmæli eru skilagóð og at framrokningarnar um fólkatalið eru rættar. At tað verða uml 50% fleiri fólk yvir 80 ár komandi 10 árini, sum hevur við sær, at tørvur er á yvir 800 fleiri starvsfólkum á eldraøkinum.

Men tað tykist tó sum at serfrøðingarnir taka tað fyri eins givið, at hvør borgari skal kosta sama krónutal (í heilsutænastum) tá hann er 50, 60, 70 og 80 ár framyvir, sum hann ger í dag.


Tað eigur ikki at vera so. Um samfelagið – land og kommunur saman – í einum miðvísum felags innsatsi satsa uppá heilsufremjan og fyribyrging av vælferðarsjúkum, so hevði okkara framtíðar heilsuverk kosta nógv minni enn tað sum framrokningar vísa.

Vælferðarsjúkurnar kosta samfelagnum meir og meir - yvirvekt, diabetes, hjarta-kar sjúkur osfr. Og hesar kunnu minkast stórliga um fólk fáa ókeypis hjálp, vegleiðing og upplýsing um heilsugóða lívsførslu.

Búsksparráðið skrivaði í frágreiðing síni í 2019 soleiðis:

“Búskaparráðið er av tí uppfatan , at ein tilætlaður innsatsur fyri heilsubetri elding og sjúkufyribyrging átti at verið royndur sum eitt mál í sær sjálvum og við tí tilætlaða hjáárini at minka um aldurstreytaðu heilsu- og røktarútreiðslurnar pr. fólk pr. ár.

Vit vita frá royndum, at kostnaðurin av fyribyrging bert er ein brotpartur av viðgerðarkostnaðinum, tá skaðin er hendur. Tað kann tó taka sína tíð áðrenn heilsuligu og fíggjarligu úrslitini av einum fyribyrgingarinnsatsi gerast sjónlig.”

Tað er alneyðugt at seta inn við hesari "viðgerð" áðrenn fólk gerast sjúk. Ikki bara fyri at geva fólki eitt heilsubetri lív, men so sanniliga eisini fyri at framtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag. Tí ongin hevur eitt boð uppá hvussuvaksandi útreiðslurnar til umsorganar- og heilsuøkið skulu fíggjast í framtíðini.

Gunvør Balle

Býráðslimur fyri Tjóðveldi