Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sannleikin um narko: forboð kann aldri rigga!

2021-02-05 19:09

“Tí tað er so evindaliga lætt at koma við strangum moralskum orðaskvaldri um hvussu narko er ónt, og hvussu vit mugu fordøma, fordøma, fordøma. Vitonnur, ið trúgva uppá ein skilbundnan narkopolitikk, mugu taka til mótmælis við eisini at brúka moralska málførslu, tí sovorðnir leiðarir hava einki annað val enn at velja millum autentiskan moral, ið ger gott, og kosmetiskan moral, ið einans sær gott út.”

“At halda á við at forbjóða narko svarar til at flyta stólar á dekkinum á Titanic, tí fimmti ár eftir at Nixon fór undir sítt “kríggj ímóti narko”, hevur tað aldri verið so lætt at keypt í evropeiskum og amerikanskum skýmaskotum. “Kríggið” er á leið eins væleydnað sum hitt kríggið, hann bleiv drigin við innní—tað í Vjetnam.”

Fyri gott fýra árum síðani, í sonevnda Norðstjørnumálinum, játtaði ein íslendingur at hava havt 40 kilo av narko í varðveitslu í sínum bili. Um somu tíð, men hesuferð í Danmark, legði løgreglan í Vanløse hald á 4 kilo av kokaini í samband við eina sonevnda rassia. Um sama mundið, hesuferð í Englandi, legði løgreglan í London hald á knøpp 500 kilo av heroin.

Nøgdirnar eru ymiskar, rúsevnið ymiskt, staðirnir eisini, men hvørjaferð hoyra vit annaðhvørt løgrelguna ella konservativu verjarnar av núverandi narkobanni reypa um týdningin av hesum uppdagilsi; hvussu hetta hevur sorlað enn ein narkoring. Hvussu hetta, í tí stóra heila, fer at merkjast á gøtuni; hvussu prísurin á narko, hvørs eftirspurningur faktiskt er sera lítið prísviðkvæmur, nú fer uppfrá.

So, fýra ár seinni, hvør hevur so hin praktiska effektin av hesum narkouppdagilsum verið; hvør hevur ávirkanin verið á evropeiskan narkohandil, føroyskan eisini? Ikki tí, fyri lættleika skuld kunna vit saktans skifta “fýra ár” út við “fýra vikur”, tí um politikkurin hjá narkoforbjóðandi verjunum nakrantíð skal kunna rigga, tá má tað vera í løtum sum hesum.

So, umaftur, eru færri narkoseljarir á gøtunum? Er talið av narkomisnýtarum minkað? Er narko, tað veri seg kokain, heroin ella ekstasi, vorðið dýrari? Eru misnýtarir farnir at banka á dyrnar á tí evarska lítla tali av avvenjingar- og viðgerðarstovum, vit hóast alt hava? Nei, sjálvandi ikki.

Ella er tað faktiskt so, at nøgdin av sterkari rúsevnum er støðugt vaksandi? Ja.

Men hetta er hinvegin eitt trúliga gott dømi um aforismuna kannað Alberti Einstein: at ein máti at definera vitloysi er at gera tað sama eksperimentið umaftur og umaftur og umaftur í tí desperatu vón, at úrslitið næstu ferð fer at verða øðrvísi.

Við mínum apsalutt besta vilja dugi eg ikki at skilja, hvussu nakar longur kann verja ein politikk, ið kriminaliserar narko. Túsundtals polititímar og miljardir av krónum hava verið spanderaðar uppá at smildra hesar ógvusligu og ótespiligu narkoringar—til effinett onga effekt. Aftaná eina vældokumenteraða og fúla royndartíð kann narkobannið vísa á... einki!

Hvussu nógvar politiressursir enn verða grýttar at hesum trupulleika, vil narkoið altíð koma á mál. Á bygd í Danmark, til dømis, men eisini í Føroyum, róku myndugleikarnir leingi aftur uppáhaldið um, at narkonýtslan er vaksin. Og tó, tí narkoovastin frá Københavns Politi, Steffen Thaaning Steffensen, var ósamdur: “Vores indtryk er desværre, at der er flere kokainmisbrugere. Det er efterhånden udbredt i selv de mindste flækker. Det er svært for unge at gå til fester i dag uden at der er kokain eller andre stoffer.”

Og tá ið Føroyar ikki er so narkotætt, sum onkur enn mátti ímyndað sær, er søgugongdin sjálvandi presiss tann sama her heima: rúseitursmisnýtslan er sporleypandi hvussu nógv vit enn royna at “kríggjast ímóti” við ógvusligari politi hesum og hasum!

Øll handa tíðin, orkan og hasir pengarnir kundu verið spardir ella brúktir uppá viðgerðarstovur, at fanga harðskapsfólk, innbrotstjóvar og tálma rotinskapi, fíggjarligum sum øðrum, heldur enn at spela eftir hasari fantasiini um eitt narkofrítt Evropa.

Tað er bara alt ov lætt at fáa narko inn í eitt øki, sjálvt lutfalsliga avbyrgdu Føroyar. Í Evropa er eitt ótal av útboðskeldum, og tekur tú burtur eina, íðan, tá eru so nógvar aðrar keldur klárar at fylla hatta opilsið, soleiðis at marknaðurin kemur í javnvág aftur.

Bara í Evropu hava vit miljónir av narkomisnýtarum, og tað fara vit altíð at hava. Ein og hvør, ið noktar fyri hesum—sum trýr, at forbjóðing kann vera ein úrslitagóð atgonga “um bara vit arbeiða enntá harðari” ella blaka uppaftur fleiri miljónir eftir “krígnum ímoti narko”—má vera seriøst skeivur.

So mikið er nú, hóast alt, sólarklárt. Men har er ein onnur dimensjón í kjakinum. Fantasi-politikkurin hjá forboðsfólki skaðar øll í Evropa, men tess longur tú ferðast eftir útboðsketuni, tess meiri skaða valdar hann. Narkobandarnir, sum løgreglan úrslitaleyst sleyg til jarðar, fáa útvegað sítt tilfar frá Kolombia—so lat okkum hyggja at, hvat hendir í hasum landinum.

Kokain er fyri Kolombia, hvat fiskur er fyri Føroyar, og áttati prosent av heimsins kokaini stavar haðani, men uttan at landsins leiðsla kann skatta ella fáa nakran sum helst fyrimun av hesi innlendis vinnu. Hetta er fyrst og fremst vegna tí grøtiliga trýsti, ið Amerika og Evropa leggja á Kolombia at stuðla teirra forboðs-desainaða “kríggi ímóti narko”.

Nei, tað er onkur heilt annar, ið nýtir gott av forboðnum—víðgongdir andstøðingar til sitandi stýri, ið brúka megaprofittin frá narkohandlinum at keypa sær vápn og forfara kolombiska státin. Annaðhvørt eru teir sjálvir beinleiðis uppií narkohandlinum, ella krevja teir ein “skatt” frá hasum, ið gera.

Úrslitið av narkoforboðnum er eitt borgarakríggj, har knappar tvær miljónir menniskju eru flýdd og tríatifimm túsund myrd. Allar ætlanir um at byggja eitt virkisført Kolombia eru steðgaðar og sivilrættindi farin fyri einki.

Alt hetta takkað veri einum brekaðum narkoforboði. Um kolombiska stjornin kundi loyvt narko, og við hesum fátækragera narkobandarnar og harkalið annars, ið hava tamarhald á handlinum og støðugt leypa á stjórnina, hevði hon verið før fyri at útvega sær ógvusligar peningaupphæddir og endurvinna tamarhaldið á landinum verandi ein neyðug fortreyt so at stovnseta eitt veruligt fólkaræði.

Saman við sínum evropeisku starvsstjórnum eigur tann føroyska at lata eyguni upp fyri tí óreingiliga sannleika, at við at kriminalisera handilin við hasj, kokain og heroin, fáa vit ikki narkoið at hvørva, men lata ístaðin henda margmilliarda ídnað upp í hendurnar á vápnaðum bandum!

Hvørjaferð ein máttmikil bandi verður koyrdur í holið, fara aðrir at berjast um hansara snøkil av jørð, hansara handil og hansara vinning. Bandarnir fara at skjóta hvønn annan niður, inntil ein bandi kemur undan sum hin greiði vinnarin.

Hetta er ikki Columbine-líknandi harðskapur. Hetta hendir av beinleiðis búskaparligum ávum. Milton Friedman, nobelprísvinnandi búskaparfrøðingurin, skilti hetta. Hann segði: “Al Capone epitomizes our earlier attempt at Prohibition; the Crips and Bloods epitomize this one.” Hann opinberaði ein sentralan sannleika. Vápn hoyra ikki til søluna av narko. Tey hoyra bert til narkosølu, um sølan av narko er bannað.

Far ein túr til Keypmannahavnar og tú finnur alt fyri eitt útav, at Føtex og Kvickly ikki hava úr at gera við at skjóta hvønn annan niður sum partur av einum økiskríggi. Eiheldur sært tú, at ungfólkini í Netto og SuperBrugsen rópa ókvæmisorð fyri síðani at taka til vápnanna um rættin at selja Gordon’s Dry Gin.

Hví? Tí at teirra vinna, teirra handil við rúsdrekka, ikki er bannað! Um hasir óvitarnir í Netto royna at nápa lagrið av Blå Blink Lakrids Shot hjá teimum í SuperBrugsen, kunna tey altíð ringja til løgregluna.

Men forboðið tilfar, eitt nú narko, kann bert verjast við privatari megi. Hetta er jú grundin til, at undirgrundsbarrirnar í Chicago høvdu tørv á Caponesa vápnum, og hví í dag mestsum øll vápn í Evropa eru leinkjað til narkohandilin.

Við at loyva rúsevnum sendir tú narkobarónar, sum í dag eiga allan marknaðin, á húsagang. Hetta er einfalt búskaparástøði: eingin vági, eingin vinningur; eingin vinningur, eingin handil; eingin handil, null narkobandar! Tað er jú fullvegis táputryggjað, at hesi ómoralsku neyt skula tjena pengar uppá narko.

Heldur eigur tað almenna at troka narkobarónarnar av marknaðinum og traðka inn í teirra stað, viðurkennandi, at narko er komið fyri at vera. Tað er ilt at siga, hvussu hóttandi støðan er í Føroyum beint nú, men á eitt sindur størri plássum eigur tú at skipa eina heilsustovu av “ein støð: tvær stovur-slagnum”, har t.d. heroinmisnýtarir undir sjúkrasystra- ella læknaumsjón kunnu fáa sítt dagliga fiks og soleiðis, heilt ókeypis, velja deyðan. Við hesum, undir skipaðum viðurskiftum, hevði tað almenna fingið samband við narkomanarnar, so at teir høvdu fingið ein roynveruligan kjans at tikið í hina hurðina, viðgerðarhurðina, ið ber framhaldandi lív og, fyri landið, skattainntøkur við sær.

Hvat linligum narko, sosum hash og ekstasi, viðvíkur, eiga vit at loyva tí við at skatta tað soleiðis, at eisini tað almenna, samfelagið yvirhøvur, fær gagn av søluni, ið kortini fer fram—ein upplagdur sølustaður hevði verið Rúsan, ið bert átti at havt sterkari rúsdrekka og veik rúsevni í handlinum.

Nettupp hetta, tjóðartøka av ídnaði, kann verða trupult hjá konservativum dreymarum at slúka, eins væl og tað verður ein munnbiti hjá sosialdemokratiskari stýring at viðurkenna fólksa ynski um ymiskleika. Men eftirspurningurin verður verandi óbroyttur, og tá ið útboðið er har, má marknaðurin mettast.

Tað nyttar einki at billa sær inn, at eingin hevur hug at vera heimleysur, ella narkomanur. Eiheldur nyttar tað nakað at billa sær inn, at forboð støðgar fólki at brúka narko; forboð ger ikki annað enn at geva illgrunasomum fólki og vápnaðum bandum ídnaðin. Tað er jú alt ov vandamikið at lata baksitarar hava valdið á slíkum ídnaði, og tí er tað, at vit, fólkið, skula taka valdið á narkoinum.

Slutt við sorgar- og følilsispolitikki, við vanahugsan og tútbrølandi mammum, ið syrgja sín fyrrverandi narkoson. Politikarir skula ikki lata seg brúka sum marionettdukkur og gera politikk grundaðan á samhuga og ynskidreymar—í so máta kunda teir eins væl latið Amy Winehouse verið teirra narkoráðgevi.

Tí tað er so evindaliga lætt at koma við strangum moralskum orðaskvaldri um hvussu narko er ónt, og hvussu vit mugu fordøma, fordøma, fordøma. Vitonnur, ið trúgva uppá ein skilbundnan narkopolitikk, mugu taka til mótmælis við eisini at brúka moralska málførslu, tí sovorðnir leiðarir hava einki annað val enn at velja millum autentiskan moral, ið ger gott, og kosmetiskan moral, ið einans sær gott út.

Autentiskir moralskir leiðarir kunna ikki loyva sær at eta seg mettan av einum mannfólkaerpinskapi, sum hindrar teimum at líta at “krígnum ímóti narko” við atfinningarsomum eygum. “At vinna”, tá ið tað kemur til narkomisnýtslu og "kríggið ímóti rúsevnum", er at finna tí røttu kósina og rætta mátan at útvega maksimum heilsu og tryggleika til samfelagið sum heild, og rúsevnismisnýtarar.

At halda á við at forbjóða rúsevnum svarar til at flyta stólar á dekkinum á Titanic, tí fimmti ár eftir at Nixon fór undir sítt “kríggj ímóti narko”, hevur tað aldri verið so lætt at keypt í evropeiskum og amerikanskum skýmaskotum. “Kríggið” er á leið eins væleydnað sum hitt kríggið, hann bleiv drigin við innní—tað í Vjetnam.

Hvussu nógv Norðstjørnumál skulu til, áðrenn tey ráðandi fara at síggja menningarmøguleikan í hesum rationellu grundgevingum at loyva rúsevnum?

Forboðspolitikkurin fekk sína yvirdosis fyri fleiri árum síðani, og um ikki so leingi fer ein snildur og óbangin politikari við veruligum framsjónargávum at stríðast fyri eini siðiligari jarðarferð.

So, hvør politikari fer at vera hin fyrsti at grava grøvina hjá forboðnum?