- Sanniliga kunnu vit øll gleðast!

2013-04-22 15:14

Eg endaði í einum kjaki í farnu viku, har kjakari uppáhelt, at øll vóru ónøgd við ABDH samgonguna. Varð ikki beinleiðis bilsin, tí Facebook er á tremur við vreiðum og uppøstum dagføringum, ið eru grundaðar á misskiljingar, sum andstøðan hevur smíðað og spunnið.

Tað er væl skiljandi, at ónøgdin bilgist hjá nógvum, tí tíðindaflutningurin hevur verið ov einsíðigur, har spunnu søgurnar hjá andstøðuni síggjast í alt ov stóran mun dagsins ljós, meðan góðu og jaligu søgurnar hja samgonguni verða køvdar og lættnar í døkkan ham.

Tað er ikki bara tíðindaflutningurin, ið hevur ábyrgdina av hesum, tí hvørki samgongan ella samgongulimirnir hava selt jaliga boðskapin nóg væl.

Ja ókey, tað eru heldur ikki øll, ið eru nøgd, og tað eru tíverri nøkur, ið ikki hava álit á samgonguni. Tað er ikki nakað nýtt, tí hugsjónarliga eru vit ymisk. Tað er eisini ein erlig sak.

Hinvegin, so hevur ABDH samgongan gjørt eina rúgvu av góðum og jaligum broytingum, sum eingin kann vera ónøgdur við. 

Eru fólk ónøgd við Marknagilsdepilin? Ein íløga á 524 mió. kr., sum ABDH samgongan hevur funnið í verandi fíggjarkreppu.

Fólk eru neyvan ónøgd við 365 nýggju arbeiðsplássini, ið samgongan hevur skapt við millum annað at krevja allan uppisjóvarfisk um føroyskan kaikant? 

Ónøgd við, at tað eru føroyskar hendur, ið arbeiða og viðgera makrelin, sum kinverjar hagreiddu umborð á Layfayette í 2011. Eingin kann vera ónøgdir við tað!

Fólk kunnu heldur ikki vera ónøgd við, at arbeiðsloysið er lækka vid 1,7% síðani samgongan tók vid. 

Ónøgd við, at samgongan byggir 16 nýggjar íbúðir til fólk við sálarsjúku. 

Misnøgd við, at lesandi sleppa at vinna 10.000 kr. meir um mánaðin (úr 10.000 kr til 20.000 kr.), áðrenn studningurin verður mótroknaður við 10%. Hvussu kann nakar vera ónøgdir við tað? 

Hvussu kann nakar vera misnøgdur við, at tað aftur loysir seg at arbeiða hjá vanliga arbeiðaranum?

Eingin kann heldur vera ónøgdur við, at skúlin á Kambsdali og í Klaksvík verður útbygdur fyri tíggjutals milliónir kr. Hetta eru bara nøkur fá dømi, sum samgongan hevur samtykt.

Eg ásanni, at tað ikki eru øll, ið eru samd við borgarliga politikkinum, men øll kunnu gleðast um, at ABDH samgongan heldur fram við at menna og útbyggja føroyska samfelagið. 

Sanniliga kunnu vit øll gleðast um framburðin.


Hanus Samró

Løgtingslimur fyri fólkaflokkin