Sandagerð er serstakt

2012-08-22 06:10

Ein kann freistast at trúgva, at í Sandagerði er bara fólk tá sólin skínur nakrar fáar dagar um árið, men so er ikki.

Alt árið er nógv fólk í Sandagerði, familjur og einstaklingar, sum gera sær dælt av teimum møguleikum sum Sandagerð hevur at bjóða, nýta høvið at spáka og njóta serstaka og friðsæla umhvørvið niðri við sjóarmálan.

Svimjing á sjónum
Í Sandágerði er aktivitetur á sjónum, alt árið runt. Tað eru nevniliga eitt stórt tal av ágrýtnum kvinnum sum hvønn einasta morgun, summar sum vetur, nýta høvið at svimja á sjónum. Eisini er fólk í vátdraktum, bæði vaksin og børn, tíðum at síggja á sjónum í Sandagerði - kanska serliga undan kappingum, men nøkur alt árið.
At svimja á sjónum er gott fyri likam og sál - eisini er hettar góð verja móti sjúkum av ymsum slagi.
Ein lítil brúgv er gjørd til svimjikonurnar í Sandágerði at brúka, men skiftiumstøðurnar eru alt annað enn góðar, møguliga kundi eitt av neystunum sum liggur beint við verið tillagað til skiftirúm.

Sjósavnið mennast
Sjósavnið liggur eisini í Sandágerð, eitt frálíkt átak sum í nógv størri mun eigur at fáa rúm at mennast til nakað nógv meiri enn í dag.
Sjósavnið er væl vitjað, eisini av børnum og skúlaungdómi. Ríkidømi í havinum kring Føroyar og sannføringin um at fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, ger tað umráðandi at víðka um Sjósavnið, so tilboðið um vitan og undirvísing innan hettar økið alsamt veksur. Atkomuvegurin til Sjósavnið er góður, men tað eigur at bera til at ganga beinleiðis úr Sandagerði niðan í Sjósavnið, eisini við barnavogni ella koyristóli uttan at fara niðan á høvuðsvegin.

Sandagerð - læruumhvørvið
Sandagerð kann eisini, í ávísan mun, gerast til eitt umhvørvið við læru fyri eygað, eitt stað har til ber hjá børnum og ungum at ogna sær vitan um fisk og tað sum hevur við sjógvin at gera. Eisini er upplagt at læra børn og ung at sigla við bátum t.d. frá Sjósavninum yvir í neystini undir Sjúkrahúsinum.
Einans við at menna kunnleikan til tað, sum vit føroyingar í øldir hava livað av og fingist við, kunnu vit geva hettar víðari til komandi ættarliðið. Tí eigur Sjósavnið at fáa nógv betri umstøður, eisini til annað virksemi enn í dag, virksemi sum kann menna førleikan hjá komandi ættarliðnum til vitan og nýggjar hugsanir innan fisk og sjógvin annars.

Gøtan niðan við Sandá
Nógva staðir í Tórshavnar Kommunu, kanska serliga í újaðaranum, eru gøtur gjørdar so til ber at ganga túrar, uttan at verða órógvað av ferðslu.
Hettar er sera gott átak og við til at fleiri og fleiri fólk nýta høvið at ganga í vøkru náttúruni.
Ein av hesum gøtum er gøtan niðan við Sandá. Arbeitt hevur verið við hesari gøtuni í eina tíð, men enn er ikki komið á mál. Nógvar traðir eru í Havnadali, og sjálvandi skal slík gøta gerast í samráð við tey sum eiga traðirnar, men eg vænti, at um arbeitt verður rætt, verður gøtan niðan við Sandá til gagns fyri okkum øll, og tí eigur gøtan at gerast liðug.

Økið í Sandagerði eigur at mennast
Økið kring Sandagerð er serstakt og gevur borgarunum í Kommununi og teimum sum koma aðrastaðni frá, eina góða og hugnaliga uppliving. Tá so nógv fólk njóta økið, so eiga vit at tillaga og víðka virksemi, so tey sum brúka økið, og tey sum vilja menna økið við savni og øðrum, fáa bestu umstøður.