Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Samkensla víst í verki

2015-08-29 21:09

Ongantíð sterkari enn beint nú, kenna vit, hvussu menniskjalív verða mist og meiningsleysar vanlukkur í Miðalhavinum elva eina sterka samkenslu og eina persónliga hjálparloysiskenslu, tí hesi fólkini – børn og vaksin – doyggja við okkara dyr, á trappunum til okkara vælbjargaða heim.

Einstaklingar gera longu nú eitt lutfalsliga stórt og munagott arbeiði at savna inn pening og aðra hjálp til júst hesi og fleiri onnur, sum vit kenna neyðina hjá, úti í heimi. Eisini føroyingar og føroyskir felagsskapir gera eitt arbeiði.

Føroyska fólkasálin orkar ikki, at vit sum samfelag ikki luttaka í hjálpini til flóttarnar, sum reka runt  í Miðalhavinum, havið og strendurnar, sum vit vitja, tá vit hava brúk fyri hvíld, sól og góðum upplivingum. Nú eru hesar strendur og hetta hav ímyndin av tí ræðuligasta, sum vit kunnu hugsa okkum: druknaðir kroppar, líðingarmerkt andlitsbrá, maktarloysi, sorg og deyðaræðsla.

Framsókn vil virka fyri, at Føroyar blanda seg meira í altjóðasamfelagið – eisini tá tað kemur til hendan tunga partin. Vit vilja hjálpa og seta pening, førleika og annað tilfeingi av til neyðhjálp og til arbeiðið við flóttafólki.

Vit fáa ikki hjálpt øllum – og møguliga ikki eins nógvum, sum vit vilja, men vit eru sannførd um, at stórt ynski er ímillum føroyingar at kenna, at vit kunnu gera ein mun á okkara støði. Vit mugu hava fyri eyga eina javnvág millum okkara brennandi ynski at gera mun og so realistisku møguleikar okkara í hesum máli. Vit fáa ikki hjálp øllum, men vit kunnu kýta okkum so nógv, sum møguligt.

Vit mangla í dag uttanríksipolitisku amboðini til at byggja okkara egna uttanríkispolitikk – herundir útlendingamál og flóttafólkamál og tí skulu vit gera skjótt av at seta í gongd yvirtøkuna av hesum málum á føroyskar hendur.

Men! Føroyska samkenslan vil hava eitt heim, eitt verk at útinna. Menniskju sum tú og eg eru í størstu hugsandi neyð – í okkara parti av heiminum. Vit eiga nakað væl av peningi at geva beinanvegin og vit eiga at savna allan góðan vilja og allar førleikar til at samskipa, hvat vit kunnu gera longu nú. Samstundis skulu vit arbeiða strategiskt við okkara flóttafólkapolitikki, sum má koma uppá pláss, áðrenn ov long tíð er fráliðin.

Lat okkum sum fólk og  land vísa samkensluna í verki!

Hanna Jensen

Framsókn